Í kvøld klokkan 19.00 verður triðja og avgerandi flogbóltsfinalan um føroyameistaraheitið í Polestar-deildini hjá monnum millum SÍ og Mjølnir spæld í ítróttarhøllini á Giljanesi.
SÍ vann fyrru finaluna á Giljanesi 3-1, og Mjølnir vann seinnu finaluna somuleiðis 3-1. Fleiri av settunum í báðum dystunum vóru spennandi, og tí er vónleyst at gera nakað av liðunum til favoritt í kvøld.
Petu Holm, formaður í Flogbóltssambandinum, sigur at tað er sera stórur spenningur millum flogbóltsbólk undan seinastu finaluni.
Hann væntar nógv fólk til finaluna, og at hin verður spennandi. Petur Holm torir ikki at gita, hvør fer at vinna, tí liðini eru so jøvn.
———–
Lurta eftir allari samrøðuni við Petur Holm niðanfyri