Bestu fíggjarligu úrslit fyri árið í fjør eru at finna í trimum vinnugreinum, nevniliga aling, uppsjóvarveiði og fiskavirking. Tað upplýsir Hagstovan við støði í teimum almennu roknskapunum hjá øllum føroyskum fyritøkum ið liggja uttan fyri geiran ‘fíggjarlig feløg’ so sum peningastovnar og tryggingarfeløg.
Samstundis framgongdur av tølunum at størstu framstig í rakstrarúrslitinum síggjast innan uppsjóvarveiði, fiskavirking og flutnings- og goymsluvinnu.
“Roknskaparhagtøl býtt á vinnugreinar eru dagførd fyri árini 2020 til 2023,” skrivar Hagstovan.
“Nýggju hagtølini vísa at fyri allar vinnur samlað hevur gongdin verið góð í 2023 í mun til seinastu árini. Koronufarsóttin hevði við sær at frá 2019 til 2020 lækkaði samlaða úrslitið fyri allar vinnur við meira enn eini milliard. Í 2021 megnaðu vinnurnar tó samlað at hála úrslitið upp á 2,8 mia. kr., og fyri 2023 var úrslitið komið uppá 3,8 mia. kr.”
Í bólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiði’ var úrslitið 1,5 mia. kr. í fjør, ein minking upp á 12 prosent í mun til árið fyri.
Hinvegin, fáa vit at vita, var úrslitið í ‘Framleiðsluvinnu’ 970 mió. kr., sum er ein hækking upp á meir enn 40 prosent.
Samstundis gekk fíggjarliga afturá í alingini við 17 prosentum, legði Hagstovan afturat.
“Í bólkinum ‘Landbúnaður og fiskiveiði’ eru hægstu úrslitini í ‘Aling’ og ‘Uppsjóvarveiði’. Innan ‘Aling’ var úrslitið 975 mió.kr. í 2023, ið er 17 prosent lægri enn í 2022, men í ‘Uppsjóvarveiði’ var úrslitið 583 mió. kr., ið er 40 prosent hægri enn í 2022, tá úrslitið var 418 mió. kr.”
Innan ‘Framleiðsluvinnu’ er tað serliga undir vinnugreinadeildini ‘Matvøruframleiðsla’ í vinnugreinini ‘Virking av fiski, skeljadjórum og molluskum’ at avlopið er høgt og munandi hækkað – úr 508 mió. í 2022 til 802 mió. í 2023. ‘Virking av fiski, skeljadjórum og molluskum’ fevnir um vinnugreinarnar ‘Virking av fiski, skeljadýrum og lindýrum’, ‘Fiskamjølsvirki’ og ‘Virking av vørum úr laksi og síli’.
Avlopið í flutnings- og goymsluvinnu var betri enn nakrantíð fyrr, framgongur somuleiðis av tølunum.
“Koronufarsóttin ávirkaði úrslitið í ‘Flutnings- og goymsluvinnu’ nógv, men síðan farsóttina er úrslitið betrað fyri hvørt ár, og í 2023 var úrslitið tað hægsta nakrantíð við sløkum 286 mió. kr.,” staðfesti Hagstovan, og viðmerkti: “Úrslitið er sjey ferðir størri enn í 2021.”