Varsemi hjá húsarhaldum sæst aftur í bilasøluni

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sølan av bilum er nógv lækkað nógvseinastu tíðina eftir nógv ár við hækkandi bilasølu. Tað sigur Búskaparráðið í várfrágreiðingini.

Seinastu trý árini hevur samlaða talið av bilum í Føroyum staðið í stað, og sølan av nýggjum og brúktum bilum er minkað. Hetta bendir á, at fólk er vorðin varnari við at gera størri íløgur, sum til dømis í bilar.

Bilkeyp er eitt týdningarmikið vísutal fyri privata nýtslu, ið hevur stóran týdning fyri føroyska búskapin.

Tá ið húsarhald gerast meira varsom, verður bilkeyp oftast útsett ella umhugsað av nýggjum. Í 2020 vóru 17 prosent av seldu bilunum nýggir, meðan bert 11 prosent vóru nýggir í 2024. Brúktir bilar mynda nú ein størri part av bilasøluni.

Atburðurin hjá bilkeyparum verður eisini ávirkaður av stuðulsskipanum. Eitt nú sóust fleiri sølur undan broytingunum í mvg-afturberingini fyri elbilar í 2024 og 2025.

Somuleiðis hava fólk møguliga heldur gjørt íløgur í grønar orkuskipanir heldur enn í nýggjan bil. Hesi viðurskifti kunnu hava verið við til at minka um samlaðu bilasøluna.


Bilasøla til privata nýtslu

Kelda: Várfrágreiðingin 2025