Vestmannavegurin stongdur – Óviðkomandi skulu halda seg burtur – Løgreglan er vápnað

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Dagført klokkan 13.59.

Eitthvørt er áfatt beint omanfyri Vestmanna, millum Válin og Gassádal. Tað ljóðar úr Vestmanna, at løgreglan er vápnað.


Føroya Politi boðar á Facebook frá, at Vestmannavegurin er stongdur í løtuni

Vegna serligar umstøður er Vestmannavegurin stongdur í løtuni og heitir politiið á óviðkomandi um at halda seg burtur.

Politiið hevur ikki fleiri viðmerkingar í løtuni og sagt verður frá, tá koyrandi er aftur.