Video: Sonny Side gjørt fullan dokumentar frá føroyavitjan

Skrivað

FM1

Dagfesting

Øll sendingin hjá amerikanska Sonny Side um føroyska matmentan er nú tøk á Youtube.

Sonny Side eigur og rekur youtube rásina Best Ever Food Review, har hann ferðast kring allan heim og luttekur í veiðu og matmentan í ymiskum londum.

Sum skilst var vitjanin í Føroyum fyrstu ferð, at Sonny Side hevur gjørt eina sending úr einum evropeiskum landi, og út frá upptøkunum at døma eydnaðist hetta eisini væl.

Sonny Side hevur áður lagt stytri brot úr Føroyum út á youtube rásina, men nú hevur hann eisini lagt sendingina út í fullum líki, sum er ein tíma og tólv minuttir til longdar.

“Surviving Europe’s Bizarre Seafood Nation”, eitur sendingin, har Sonny Side millum annað roynir tvøst og spik, kræklingar og jomfrúhummarar, og hann er á floti og veiðu fyri føroyskum innløgumonnum. 

Sonny Side hevur eisini verið gestur í heimsins best umtókta podcasti, sum er The Joe Rogan Experience, har hann eisini tosar um vitjanina í Føroyum, og Side hevði tá eisini ein posa av tvøsti við til amerikanska podcastvertin.