Fýra dystir vóru spældir í bestu kvinnudeildini í fótbólti í kvøld.
Mest spennandi dysturin var í Gøtu, har Víkingur og HB deildu stigini í einum 2-2 javnleiki.
Fredrikka Clementsen legði HB fram um 2-0 við teimum málum í fyrra hálvleiki. HB sá eisini leingi út til at vera á veg til sigurs. Men tá ið eitt korter var eftir minkaði Mirjam Skoralíð til 1-2, og í 82. minutti javnaði Sára Poulsdóttir á Líðarenda til 2-2.
Í hinum trimum dystunum var talan um greiðar sigrar.
Føroyameistararnir NSÍ vunnu 6-0 móti Skála. KÍ vann 8-0 móti 07 Vestur, og B36 vann 6-0 móti FC Hoyvík.
Stigatalva í Betrideildini við kvinnum
D | V | J | T | MF | MÍ | Munur | stig | |||
1 | NSÍ | 3 | 3 | 0 | 0 | 27 | 0 | 27 | 9 | |
2 | KÍ | 3 | 3 | 0 | 0 | 19 | 1 | 18 | 9 | |
3 | Víkingur | 3 | 1 | 1 | 1 | 6 | 7 | -1 | 4 | |
4 | HB | 3 | 1 | 1 | 1 | 5 | 6 | -1 | 4 | |
5 | Skála ÍF | 3 | 1 | 0 | 2 | 8 | 8 | 0 | 3 | |
6 | B36 | 3 | 1 | 0 | 2 | 7 | 9 | -2 | 3 | |
7 | 07 Vestur | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | 11 | -9 | 3 | |
8 | FC Hoyvík | 3 | 0 | 0 | 3 | 0 | 32 | -32 | 0 |