Árligi Stórsteypadysturin millum føroyameistara og steypavinnara frá seinasta kappingarári verður í dag klokkan 16.30 spældur á Tórvølli. Víkingur og HB hittast í einum dysti, sum ikki verður mettur at hava so nógv at siga. Tó vilja bæði liðini sjálvandi vinna stórsteypi. Í fjør vann HB óvæntað móti KÍ.
Dysturin er almennur, og reyð kort fylgja við inn í landskappingin. Hetta er aðalroyndin hjá báðum liðum áðrenn kappingarbyrjan næsta vikuskifti, og áskoðarar fáa eina ábending um, hvat vit kunnu vænta í komandi landskapping.
Føroyameistararnir úr Víkingi verða aftur á ár mettir millum bestu boðini upp á ein føroyameistara, meðan serfrøðingar tykjast meira ivasamir, um HB fer at blanda seg heilt upp í toppinum, tí liðið hevur mist fleiri týðandi leikarar.
Eftir Stórsteypadystin verður skipað fyri lutakasti til fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið hjá monnum. Lutakastið verður sent beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum