Vilja hava felagshús til FC Hoyvík aftur á skrá

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen, býráðslimir fyri Fólkaflokkin í býráðnum íTórshavnar kommunu, vilja hava lív aftur í verkætlanina um nýtt felagshús til FC Hoyvík. Málið verður viðgjørt í býráðnum hósdagin, og teir heita á allar býráðslimir um at stuðla málinum.

Teir báðir siga, at FC Hoyvík hevur ment seg til eitt tað størsta ungdómsfelag í Føroyum. Sambært tølum frá FSF eru heili 421 leikarar skrásettir hjá felagnum. Umstøðurnar við Karlamagnussarbreyt eru tó langt frá nøktandi, og fyribils lonin á økinum er ikki ein varandi loysn.

Tey, sum varða av FC Hoyvík, hava fleiri ferðir vent sær til Tórshavnar kommunu við ynskjum um eitt felagshús. Hugskotið er at byggja húsið við norðursíðuna og seinni leggja áskoðarapláss afturat. Felagshúsið skal eisini kunna brúkast sum bygdarhús í Hoyvík.

– Vit ynskja at tryggja trivnaðin hjá íðkarunum og fáa verkætlanina í gongd skjótt, siga Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen.