Vindur og kalt á midnátt

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veðurstova Føroya boðar frá kulda og vindi, tá ið farið verður inn í nýggja árið.


Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin, skrivað kl 08:40.

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og turt fyri tað mesta og hitin úr frostmarkinum niður í -5 stig.

Út á seinnapartin veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind ella skrið av landnyrðingi, 10 til 18 m/s, yvirhøvur skýggjað og kavaæl. Hitin -2 til 2 stig.

Seint í kvøld minkar hann vindin nakað, tó framvegis frískur vindur upp í hvassan vind av landnyrðingi-norðuri, 10 til 15 m/s, út á náttina og mikudag fyrrapart norðan. Hitin -2 til 2 stig.