Kvinnulandsliðið í hondbólti spældi seg við samlaða sigrinum móti Livatva, sum tað fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð, til eitt HM-endaspæl fyri vaksin.
Endspælið verður í Týsklandi og Niðurlondum í døgunum 26. novembur til 14. desembur.
Enn er tó ikki greitt, hvørjum landi ella hvørjum býi Føroyar skulu spæla í, og tí kunnu føroysku viðhaldsfólkini ikki bíleggja ferð og gistingarhús enn. Tað verður greitt, tá ið lutakastið til HM-endaspælið verður 22. mai
Endaspælið verður leikt í Rotterdam og S-Hertogenbosch í Niðurlondum og í Stuttgart, Dortmund og Trier í Týsklandi.
32 lond luttaka í HM-endaspælinum. Leikt verður í 8 bólkum við 4 liðum, har 3 lið koma víðari í millumumfarið, har leikt verður í 4 bólkum.
Liðini fáa stigini við sær, sum tey hava fingið móti teimum liðunum, sum eisini koma víðari. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki í millumumfarinum koma í fjórðingsfinalurnar.
Liðini, sum ikki koma víðari úr innleiðandi umfarinum, spæla sonevnda Presidents Cup um plássini frá 25 til 32.
Les meira um HM-endaspælið her: https://worldhandball25.com/