Vunnu tvey bronsumerki í Íslandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Føroyskir judoleikarar hava um vikuskiftið luttikið í RIG – Reykjavík International Games, og tað gekk væl hjá teimum fýra: Kjartan Gray, Denis Golovkin, Fríðu Borgarlíð og Josefinu Fjallsbak.

Kjartan Gray og Denis Golovkin vunnu hvør sítt bronsuheiðursmerki, og bæði teir og Fríða og Josefina høvdu heilt góðar dystir, har nakrir blivu vunnir og aðrir taptir tepurt, so øll fýra hava fingið nógv burtur úr kappingini, sum er eitt afturvendandi tiltak.

Hetta er 13. ferðin, kapingin er, og Føroyar hava havt luttakarar við øll árini.

Umframt tey fýra, sum kappaðust, var Jóan Petur Petersen eisini við sum dómari, og eisini hann kom væl frá sínari uppgávu.

Á myndini ovast síggjast frá vinstru: Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Jóan Petur Petersen, Kjartan Gray, Denis Golovkin og Josefina Ingibjørg Fjallsbak.

Kjartan Gray og Denis Golovkin bronsu í ávikavist -60 og -66 í RIG 2025
(Mynd: Sofus Debes Johannesen)