Yvirfriðingarnevndin góðkennir útbygging av Varðanum Pelagic

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent ætlanina hjá Varðanum Pelagic at útbyggja havnaøkið á Tvøroyri. Samstundis hevur nevndin staðfest, at bygging, sum hevur verið framd á økinum síðan 2013, er góðkend.

Nevndin leggur dent á, at økið longu frammanundan hevur havna- og vinnuligan dám, og útbyggingin fer hvørki at skerja landslagið ella minka munandi um almenna útsýnið.

Í einum skrivið frá 22. mars viðgerð Yvirfriðingarnevndin verkætlanina gjølla og kemur til hesa niðurstøðu eftir ástaðarfundir og partshoyringar.

Nú byggiætlanin er góðkend, verður bíðað eftir umhvørvisgóðkenningini frá landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum.

Orsøkin er, at hin góðkenningin frá Umhvørvisstovuni var kærd. Tvøroyrar býráð hevur samtykt einmælt at geva byggiloyvi til verkætlanina, men bygging kann ikki byrja, fyrr enn øll neyðug loyvi fyriliggja.

Í verkætlanini verður havnaøkið víðkað 9.000 fermetrar. Millum annað skal byggjast ein goymslubygningur, framleiðslubygningur, fýra stórar siloir og ein 60 metra høgur skorsteinur.