Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hesi manna nú Vísindasiðseminevndina

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur tilnevnt nýggja Vísindasiðseminevnd

-Eg takki fráfarandi nevndarlimunum Ann E. Østerø, Armgarð Arge, Jens Andreassen og Oluf Færø fyri teirra arbeiði í Vísindasiðseminevndini. Somuleiðis fegnist eg um, at nýggja nevndin er sett, og at møguleiki er fyri at nakrir av nevndarliminum kunnu sita eitt valskeið afturat. Hetta er týdningarmikið fyri at tryggja at góða arbeiðið og arbeiðslagið í nevndini heldur fram. Eg ynski nýggju nevndini alt tað besta í arbeiðinum.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum í samband við, at nýggja nevndin er farin at virka.

Tað var týsdagin í farnu viku, at landsstýriskvinnan heilsaði upp á nýggju nevndina, umframt at fráfarandi nevndin kunnaði um arbeiðið í nevndini.

Endamálið hjá Vísindasiðseminevndini er at tryggja, at heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir eru skipaðar á vísindasiðsemiligum tryggum grundarlagi. Sum grundregla, skulu rættindi og tryggleiki hjá royndarpersónum takast framum vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking.

Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at meta um og geva loyvi til at seta granskingarverkætlanir í verk í Føroyum.

Minst sjey limir skulu vera í nevndini. Tríggir limir skulu vera fakfólk við granskingarroyndum innan heilsuvísind, og fýra limir skulu vera leikfólk.

Sambært lógini um Vísindasiðseminevndina, skal nevndin veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval. Nevndin verður vald fyri fýra ár í senn, svarandi til løgtingsvalskeiðið, skrivar heimasíðan hjá Heilsumálaráðnum.

Hesi manna Vísindasiðseminevndina:

  • Jóhanna Petersen, cand. med. PhD, yvirlækni
  • Jan Rasmussen, cand. med. PhD, yvirlækni
  • Gunnhild Helmsdal, cand. med. Kommunulækni
  • Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur
  • Hilmar Augustinussen, KT-serfrøðingur, limur í Sjúklingaráðnum og Alzheimerfelagnum
  • Poula Reinert Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur
  • Kári Purkhús, lívfrøðingur
Les eisini...  Eva var best umtókta navnið hjá gentum í fjør

Tey fyrstu trý á omanfyristandandi lista eru vald eftir tilmæli frá Læknafelagnum, meðan landsstýriskvinnan hevur valt tey síðstu fýra á listanum. Tey eru vald smbr. § 36 í vísindasiðsemilógini.

Meira kunning fæst um Vísindasiðseminevndina her.