Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sernám: Langir skúladagar kunnu elva til strongd

-Tað eru alt ov fá vaksin til alt ov nógv børn. Tað hevði loyst upp hjá nógvum næmingum, sum hava skúlaaftran, at havt styttri skúladagar. Tað siga Margreth Olsen, stjóri á Sernámi, og Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingur á Sernámi

-Langir skúladagar kann elva til strongd. Flokkarnir eiga at vera minni, og vit eiga somuleiðis at hava fleiri eindir við økjum, har næmingurin kann fara burturfrá og hvíla. Hevur eitt barn lyndi til at avbyrgja seg og ilt við at vera partur av einum stórum hópi í fleiri tímar hvønn dag í nógv ár, so er einki at siga til, at tað tekur seg aftur.

Tað siga Margret Olsen, stjóri á Sernámi, og Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingur á Sernámi, við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum í samband við, at Sernám skipaði fyri evnisdegi um skúlaaftran í fjør heyst.

Nú til várs er skúlaaftan aftur á skránni á evnisdegi. Endamálið við evnisdøgunum er, at lærarar, skúlar og Sernám fáa eina felags fatan av øllum tí, sum hevur við skúlaaftran at gera.

Raðfestingin av skúlaaftran kemst eisini av, at skúlaleiðslur hava ynskt, at hetta verður raðfest. Vit hava brúkt nógva orku at seta okkum inn í, hvat skúlaaftran í grundini snýr seg um, hvat skúlaaftran er í einum føroyskum samteksti, hvat útlendsk gransking sigur, hvussu vit kunnu vera fyri at fyribyrgja, og hvussu vit vitanardeila til allar skúlar, siga Margret og Tórfríð frá Sernámi.

Heita á skúlar at siga frá

Tær heita eisini á skúlar um heldur at siga Sernámi frá tíðliga enn ov seint, tá næmingur hevur nógva fráveru.

Les eisini...  Omondi: Móttøkuflokkur er gott hugskot

-Tað verður sagt, at hevur næmingur verið burtur eitt ár, so gongur vanliga eitt ár aftrat at fáa hann aftur í skúla. Tað er einki kvikkfiks, men bara hart arbeiði. Avbyrging er eisini við til at menna angist, sjálvmorðstankar, psykosu, sjálvskaðandi atferð, misnýtslu seinni í lívinum og annað. Harafturat ávirkar skúlaaftran alla familjuna; hon er í líka stórum sori sum barnið. Foreldur verða strongd, ofta sjúkrameldað, og hevur eisini fíggjarligar avleiðingar fyri tey. Tey kenna skomm av ikki at megna at fáa barnið í skúla, og mangan er lítið forstáilsi í nærumhvørvinum fyri tí, sum tey eru fyri, siga tær báðar.

Av tí, at skúlaaftran er ein vaksandi trupulleiki, so raðfestir Sernám hendan trupulleikan sera høgt, tí tað hevur so stórar og ógvusligar avleiðingar fyri tann, tað rakar, umframt samfelagið.

Sernám hevur gjørt greiðar mannagondir, tá ið talan er um skúlaaftran. Hesar mannagongdirnar síggjast á heimasíðuni hjá Sernámi her.

Kelda: Skúlablaðið