Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Matur fyri Pætur nr. 5 – Anna og Óli gera Chili con Carne.

Í 5. parti av Matur fyri Pætur borðreiða Anna og Óli við Chili Con Carne og heimagjørdum eplamorli. Eisini gjørdi Anna ein dressing afturvið.

Chili con carne við eplamorl og dressingi 650 gr hakkikjøt 5 gularrøtur 1/2 sellerihøvd 2-3 stórar chili 3-4 leykir 5 fet av hvíttleyki 2,5 tsk koriander 2,5 tsk spidskumman 1 tsk kanel 3 dósir flustar tomatir 1 dós tomatkonsentrat 1 -2 dósir kidney bønir Sker alt grønmetið, chili og leykir í smáar bitar og hita væl í olivenolju saman við kryddaríum. Tá grønmetið hevur fingið lit, koyrir tú kjøtið í og steikir alt saman. Koyr tomatir og koncentrat í og kóka umleið 1/2 tíma.Um tit ynskja rættin eitt sindur sterkari, so smakka til við chili flakum Koyr bønirnar í beint áðrenn sett verður á borðið, so bønirnar hitna, men ikki kókað. Eplamorl 1 1/2 kg bakieplir, smátt skorið. Kóðað við umleið 1 dl olivenolju og sindur av vatni. Kókað uttan lok til eplini morla og rør av og á, so tað ikki brennir. Koyr umleið 50 gr smør og 2 dl róma í og smakka til við salt og pipar Dressingur 1 ílat við súrróma 18 %, sum tú smakkar til við salti, pipar og kryddarí, sum tær dámar. Vit royndu okkum við turkaðari bótarurt, sum veksur sera væl í føroyum.

Vertur: Óli G. Samuelsen

Fyriskipari og Myndatakari: Stella Zachariassen