Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hesi vunnu skrivikappingina í ár

Tríggjar virðislønir vórðu lætnar; fyrsta og onnur virðisløn, umframt virðisløn til ungt fólk, sum vísir serliga góð evnir

Fyri fjórðu ferð varð skipað fyri stórari skrivikapping í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum í ár er í døgunum frá 21.-28. apríl. Uppgávan í ár var at skriva eitt ummæli av einum heildarverki, útgivið í 2020 ella seinni.

Tríggjar virðislønir vórðu latnar, fyrsta og onnur virðisløn, umframt virðisløn til ungt fólk sum vísir serliga góð evnir.

Fyrsta virðisløn varð latin til Rakul í Gerðinum fyri ummælið “Sniðfundiga samansett orð”.

Dómsnevndin skrivar soleiðis:

“Ummælið snýr seg um tvey yrkingasøvn eftir Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Tykisljóð og Setorð.

Ummælið brúkar egið myndamál og hevur bæði rís og rós til verkini. Tað greinar og setir í frásjón, og lesarin fær tekstabrot at síggja, so at ummælið er sum ein sýnisgluggi, har verkið verður presenterað, og lesarin fær gjørt sær sínar egnu metingar. Ummælið er humoristiskt, og skrivarans upplivingar eru lýstar, uttan tó at seta skrivaran í sentrum. Tað er væl skrivað og atfinningarsamt, men við virðing ásannandi, at tað er trupult at finnast at”.

Onnur virðisløn varð latin Birgitt Remmel fyri ummælið “Tann seinasta gandakellingin?”

Dómsnevndin grundgevur soleiðis:

“Ummælið er um bókina Sára Malena eftir Sólrun Michelsen. Eitt sera víðskygt ummæli við tilsipingum til aðrar bókmentir og rák. Áhugaverdar viðmerkingar til dr. Jakobsens brigdið av søgnini um Beintu. Viðgerðin umfatar sjónarhorn søgunnar og lesarauppliving og hevur sera áhugaverdar hugleiðingar um, hvørja funktión hugleiðingar Sólrunar við hvørt kapittul hava. Niðurstøðan setur søguna í nútíðar frásjón á áhugaverdan hátt”.

Virðislønin til ungt fólk sum vísir serliga góð evnir fór til Hjørdis Rannváardóttir Reistrup.

Dómsnevndin skrivar soleiðis í grundgevingini:

Les eisini...  So var aftur ein átala til Runavíkar kommunu

“Ummælið er um Dreymsótt eftir Rakel Helmsdal. Ummælið byrjar á spennandi hátt og fangar lesaran, áðrenn bókin verður nevnd. Skrivarin førir okkum við endurtøkum inn í universið í bókini, á sama hátt sum røðarar í bókini gera til tess at sannføra fólkið. Ummælið er greinandi og perspektiverandi og vísir á, hvussu fámannaveldið virkar. Faklig hugtøk verða brúkt og ummælið sipar til annan ungdómsskaldskap. Ummælið nevnir eisini, at ikki nógvar slíkar bøkur eru á føroyskum, og evni, sum verða viðgjørd, eru vanliga sett í samband við heilt onnur samfeløg enn okkara. Ummælið endar við at seta sera viðkomandi samfelagsligar spurningar”.