Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Førenska málið tekur dik á seg – hvat gera vit?

Nevndarlimur í Føroya Lærarafelag heldur, at enska málið er ein hóttan móti okkara móðurmáli, og so heldur hann eisini, at tað er vorðið alsamt vanligari at hoyra vaksin fólk brúka ensk orð og hugtøk í gerandismálinum

– Enska málið er í dag ein hóttan ímóti móðurmáli okkara. Vit hoyra alsamt fleiri og fleiri næmingar samskifta á enskum. Føroyskt sokkar. Føroyskt er ikki kul. Føroyskt er alt ov trupult. Føroyskt gevur ikki meining. Eisini er tað vorðið alsamt vanligari at hoyra vaksin brúka ensk orð og hugtøk í vanligum gerandismáli.

Tað skrivar Eyðbjartur S. Skaalum, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, í einum sjónarmiði í Skúlablaðnum, sum júst er útkomið.

Hann heldur, at ein av stóru avbjóðingunum er, at unga ættarliðið ikki sær hetta sum ein trupulleika. Tey síggja hetta sum eina sjálvfylgju – rættin hjá teimum at brúka føroyska málið, sum tey vilja.

– Førenskt, rópar onkur tað. Tað er ikki ókent, at eitt mál altíð er í menning, og tað broytist. Men tað skal ikki broytast til førenskt. Vit skulu menna og betra málið, so tað verður eitt sunt, sterkt føroyskt mál, sum vit kunnu brúka í samskifti við hvønn annan bæði í talu og á skrift. Eitt mál, sum hevur eina góða, trygga framtíð, skrivar Eyðbjartu í sínum sjónarmiði.

Mugu fanga tey ungu
Hann vísir á, at skíggjanýtslan hjá børnum og ungum er ein av størstu avbjóðingunum fyri føroyska málið. Har gongur so at siga alt fyri seg á enskum, og tað er torført kappast við enska málið á skíggjanum.

– Vit eru ríkað við føroyskum tilfari. Allar lærugreinir, har føroyskt er undirvísingarmálið, hava bøkur á føroyskum til øll floksstigini. Vit hava ein ørgrynnu av føroyskum bókum, ið eru skrivaðar, týddar og so framvegis. Hetta er tilfar, ið vit skulu gera okkum dælt av. Ongantíð hava vit havt so nógv tilfar á føroyskum sum nú. Við at fáa næmingarnar spentar at lesa føroyskt tilfar styrkja vit málsliga og skrivliga mál teirra, skrivar hann.

Les eisini...  Nú kemur námsætlan fyri kvøðing

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav í 2022 út knappar 90 bøkur, sum eru til børn og ung. Eyðbjartur heldur, at tað er júst hesin aldursbólkurin, ið má fangast nú, so vit fáa bjargað málinum.

– Tað er gleðiligt, at so nógv tilfar kemur út á føroyskum. Vit kunnu eisini fegnast um, at føroyingar vinna virðislønir, sum hava við føroyskan skaldskap at gera.

– Vónandi sær politiski myndugleikin eisini týdningin av hesum arbeiði, ið verður gjørt. Tað er av stórum týdningi, at politiski myndugleikin er við til at skapa karmar, so rithøvundar, týðarar og forløg fáa givið hetta tilfarið út. Tað er við til at framtíðartryggja føroyska málið.

Øll mugu lyfta í felag
Eyðbjartur skrivar í sínum sjónarmiði, at vit mugu fáa móðurmálið aftur á ovasta sessin millum lærugreinirnar í skúlaverkinum; at vit mugu verja málið fyri løtu tunguni, og at øll mugu vera málrøkin – heilt frá vøggustovu og gjøgnum uppvøksturin hjá barninum.

– At verja og styrkja móðurmálið er ikki uppgávan hjá læraranum. Tað er ikki uppgávan hjá námsfrøðinginum. Tað er ikki uppgávan hjá foreldrunum. Tað er ein uppgáva, sum vit øll mugu lyfta í felag. Lærarar, námsfrøðingar, foreldur og myndugleikar, slær Eyðbjartur S. Skaalum fast í sínum sjónarmiði í seinasta Skúlablaðnum.

Kelda: Skúlablaðið