Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tað er vorðið munandi dýrari at búgva í Føroyum

Prísvøksturin seinasta árið hevur verið oman fyri átta prosent, og tað er serliga býli og matvørur, ið eru vorðin dýrari

Hóast prísvøksturin í Føroyum heldur fram, er vøksturin ikki eins stórur, og hann hevur verið seinasta árið.

Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni, sum er gjørd frá februar mánaði í fjør til februar mánaða í ár.

Uppgerðin vísir, at brúkaraprístalið er vaksið 8,3 prosent seinasta árið, og tað eru serliga hækkandi rentur og streymprísur, ið er størsta orsøkin til prísvøksturin.

Í uppgerðini sæst, at vøkstur er í øllum 12 høvuðsbólkum. Størsti vøksturin er í bólkinum “býli”, sum umfatar bæði rentu og streym. Har hevur vøksturin seinasta árið verið heili 14,6 prosent.

Næststørsti vøksturin seinasta árið er í bólkinum “matur og drykkivørur”, har vøksturin er 13,3 prosent, meðan triðovast á listanum er “samskifti”, ið er vaksið 12,3 prosent.

Tað er kortini vert at viðmerkja, at “matur og drykkivørur” telja mest í samlaðu nýtsluni hjá einum vanligum føroyskum húsarhaldi, og vøksturin í júst hesum bólkinum er tí ein vøkstur, ið merkist væl hjá teimum flestu.

Innan bólkin “Matur og drykkivørur” eru tað serliga prísirnir á oljum og fitievnum, sum smør og margarin, ið eru farnir upp. Har hevur vøksturin verið 26,8 prosent.

Grønmeti er 15,6 prosent dýrari, enn tað var í februar í fjør, meðan kjøt og kornvørur eru dýrkaðar við ávíkavist 13,4 prosentum og 15,2 prosentum.