Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Miðaldurin hjá kvinnum í Føroyum hækkar aftur – miðaldurin hjá monnum minkar eitt vet

Væntaði livialdurin hjá kvinnum er hækkaður við tveimum árum, meðan hann hjá monnum er lækkaður við einum hálvum ári

Livialdurin hjá kvinnum hækkar aftur, meðan hann lækkar eitt vet hjá monnum.

Tað vísir nýggjasta tølini hjá Hagstovuni.

Væntaði livialdurin er nú í miðal 85,2 ár hjá kvinnum og 79,7 ár hjá monnum. 

Hjá kvinnum er væntaði livialdurin hækkaður við tveimum árum samanborið við seinastu uppgerð, meðan hann hjá monnum er lækkaður við hálvum ári. Í seinastu uppgerð lækkaði væntaði livialdurin við umleið tveimum árum hjá báðum kynum.

Munur er framvegis millum kynini. Kvinnur gerast eldri enn menn. Munurin er tó ikki eins stórur, sum hann hevur verið, tí væntaði livialdurin hjá monnum er longdur meiri enn hjá kvinnum. Munurin millum væntaða livialdurin hjá kvinnum og monnum er minkaður úr 7,1 árum niður í 4,6 ár síðan 1985/86. 

Hetta sæst í myndini niðanfyri, sum vísir roknaða og javngjørda væntaða livialdurin hjá monnum og kvinnum síðan 1985/86.

Væntaði livialdurin longdur munandi síðstu 40 árini
Væntaði livialdurin er longdur munandi síðan 1985, bæði hjá kvinnum og monnum. Serliga eru tað menn í Føroyum, sum nú liva longur enn teir gjørdu fyrr. 

Væntaði livialdurin hjá monnum við lívsbyrjan er øktur við gott níggju árum ella umleið 13 prosentum síðan 1985/1986, meðan livialdurin hjá kvinnum er øktur við knapt sjey árum ella knapt níggju prosentum í sama tíðarskeiði.

Broytingin í eftirverandi liviárum frá 65 árum er somuleiðis stór. Samanborið við 1985/86 eru eftirverandi liviárini hjá kvinnum frá 65 árum økt við gott fýra árum ella knapt 25 prosentum. Hjá monnum eru tey økt við fimm árum, sum svarar til góð 35 prosent.

Myndin niðanfyri vísir prosentvísu broytingina í væntaðum livialdrum hjá monnum og kvinnum samanborið við grundtíðarskeiðið, ið her er sett til 1985/86. 

Væntaður livialdur
Væntaður livialdur, á enskum ‘life expectancy’, er, hvussu leingi ein aldursbólkur í miðal hevur eftir at liva, um deyðatíttleikin fyri hendan og eldri aldursbólkar verður verandi sum í uppgerðarárinum. Væntaði livialdurin vísir, hvussu leingi fólk livdu í uppgerðarárinum. Tað er ikki ein meting av, hvussu leingi fólk í veruleikanum fara at liva.

Tað mest vanliga er at upplýsa væntaða livialdurin fyri 0 ára gomul, tvs. tey sum eru fødd í uppgerðarárinum, og hvussu leingi tey í miðal kunnu roknast at fara at liva. Væntaði livialdurin fyri 65-ára gomul er talið av árum, sum tey í miðal hava eftir at liva.  

Útrokningarhátturin er grundaður á talið á livaðum døgum í Føroyum millum tveir føðingardagar, og tí spennir tíðarskeiðið yvir tvey kalendaraár 1985/1986, 1986/87 o.s.fr.

Tey árligu tølini sveiggja nógv, tí fólkatalið er lutfalsliga lítið. Væntaði livialdurin verður tí javngjørdur fyri at fáa eina meiri rættvísandi mynd av gongdini. Tað, at tølini eru javngjørd merkir, at tey roknaðu tølini eru javnaði, soleiðis at árligu sveiggini ikki órógva samlaðu myndina. Javngerðin er gjørd við LOWESS-mátanum (LOcally WEighted Scatterplot Smoothing).