Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heimamissiónin skal hava ein nýggjan aðalskrivara

Eftir umleið fimm ár sum aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, fer Andrias Magnussen nú í annað starv

Í summar fer Andrias Magnussen úr starvi sum aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, eitt starv, sum hann hevur røkt síðani á sumri 2018, tá ið hann loysti Øssur Kjølbro av.

– Mær hevur dámt væl í starvinum, sum hevur verið spennandi og læruríkt, við nógvum avbjóðingum og møguleikum sigur Andrias Magnussen við trubodan.fo. Víðari sigur hann, at:

– Tað hevur verið ein frøði og ein heiður at verið leiðari hjá Kirkjuliga Heimamissiónin. Nú byrjar so eitt nýtt skeið í mínum arbeiðslívi.

Andrias Magnussen hevur fingið starv sum varaskúlastjóri í Fuglafjarðar skúla, har hann byrjar 1. august.

Kelda: trubodin.fo