Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lærurík menningarkapping

Hóast mótstøðuliðini vunnu í øllum trimum dystum, so hava tað verið nógvar góðar upplivingar hjá arbeiðssomu U17 gentunum farnu vikuna

– Samanumtikið hevur tað verið ein væleydnaður túrur. Genturnar hava verið hugagóðar og arbeiðssamar allan vegin, og tær læra ótrúliga nógv av slíkum dystum móti liðum, sum eru á sama ella eitt sindur hægri støði.

Soleiðis tekur Eyðvør Jakobsen saman um UEFA menningarkappingina, sum WU17 landsliðið hevur luttikið í á Malta seinastu vikuna.

Føroyar byrjaðu kappingina við dysti móti Slovakia, sum eisini vísti seg sum sterkasta liðið í bólkinum. 

– Slovakia eru nakað betri enn vit, og tað vístu tær nokkso skjótt í fyrsta dystinum. Tær vóru góðar á bóltinum og skjótar, og tað sást eisini, at tær eru væl skúlaðar og harvið skipaðar í sínum spæli, sigur Eyðvør við heimasíðuna hjá FSF.

Hæddarpunktið í dystinum, sæð við føroyskum brillum, var beint fyri hálvleik, tá Helga Mikkelsen minkaði um munin til 3-1 við einum góðum máli. 

– Helga fekk eitt gott mál, har hon fintaði ein mótleikara og síðan skoraði við einum langskoti. Tað var eitt gott mál og ein góð uppliving fyri okkum, sigur hon um dystin móti Slovakia, sum endaði 3-1 til slovakar.

(Mynd: fsf.fo)

Tveir dagar seinni spældu Føroyar móti Lettlandi, har einasta málið í dystinum kom beint fyri leiklok. Dysturin endaði 1-0 til Lettland og tað er tað úrslitið í kappingini, sum Eyðvør er minst nøgd við.

– Móti Lettlandi høvdu vit uppiborið betur. Í minsta lagi ein javnleik og vit kundu enntá koppað tí okkara veg, um hepnið var eitt sindur meira við okkum. Vit høvdu møguleikarnar, men megnaðu tíverri ikki at taka av, so tað er nokk tann dysturin, sum vit eru mest argar um nú, tá vit hugsa aftur á tað, sigur landsliðsvenjarin.

Les eisini...  Søguliga vánaligt United-lið
(Mynd: fsf.fo)

Í triðja dystinum bíðaðu maltesisku vertirnir í einium jøvnum dysti, sum Malta tó endaði við at vinna 2-1.

– Dysturin móti Malta var eisini nokkso tættur, men tað kendist sum, at tær høvdu munin á sjálvum degnum. Hóast tað, so høvdu vit fleiri góðar løtur í dystinum, og málið hjá Aldu Petersen var eisini ein góð uppliving, har vit útførdu tað, sum vit høvdu vant frammanundan. Tað er fantastiskt at síggja genturnar brúka tað í dystum, sum vit arbeiða við til venjing, sigur. Eyðvør.

Tað er sostatt ein nøgdur landsliðsvenjari, sum nú tekur samanum kappingina.

– Tað, sum eyðkennir okkara lið er, at vit stríðast og at vit altíð skulu kunna vera nøgdar við okkara innsats, tá dysturin er liðugur. Og tað gjørdu genturnar veruliga í øllum dystunum. Tær kempaðu ótrúliga væl og hava fingið gott samanhald á túrinum. Fyri fleiri av gentunum var hetta fyrsti túrur við landsliði og tað verður spennandi at fylgja teimum í framtíðini, sigur Eyðvør Jakobsen at enda.

Malta – Føroyar 2-1
1-0 Sara Saliba, 29’
2-0 Lexine Ferrugia, 59’
2-1 Alda Petersen, 73’

Lettland – Føroyar 1-0
1-0 Liva Steinberga, 87’

Slovakia – Føroyar 3-1
1-0 sjálvmál, 29’
2-0 Katarina Buckova 36’
3-0 Victoria Havalec 38’
3-1 Helga Mikkelsen, 44’

Kelda: Maria Ziska/fsf.fo