Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bretski varaforsætisráðharrin leggur frá sær vegna ákærur um happing

Bretski forsætisráðharrin hevur fingið eina niðurstøðu um hvørt løgmálaráðharri hansara happaði síni starvsfólk. Men longu áðrenn niðurstøðan er almannakunngjørd, hevur løgmálaráðharrin lagt frá sær

Bretski løgmálaráðharrin og varaforsætisráðharrin, Dominic Raab, hevur í dag boðað frá, at hann leggur frá sær sum løgmálaráðharri og varaforsætisráðharri í Stórabretlandi.

Síðan november mánaði í fjør hevur ein kanning verið áleiðis, sum skuldi staðfesta, um Raab var sekur í at happa og niðurgera starvsfólk síni, og frágreiðingin frá kanningini varð latin bretska forsætisráðharranum, Rishi Sunak, í gjár.

Bretskir miðlar hava viljað verið við, at Raab hevur verið so harðrendur móti starvsfólkum, at summi teirra hava grátið og spýð áðrenn fundir.

Rishi Sunak hevur nú fingið niðurstøðurnar, men longu áðrenn tær eru almannakunngjørdar, hevur Raab valt at leggja frá sær.

Hesum boðaði hann frá á Twitter.

Dominic Raab sigur í boðunum, at hann hevði sagt, at hann fór at leggja frá sær, um kanningin kom til ta niðurstøðu, at hann var sekur í at happa, og at tað tí var týdningarmikið fyri hann at halda orð.
Í boðunum vísir Dominic Raab á, at fyri ráðharrar er tað neyðugt at geva kritisktar afturmeldingar til starvsfólk síni, soleiðis at livast kann upp til tær vónirnar, ið almenningurin hevur av bretsku stjórnini og umsitingini.

Kortini heldur Dominic Raab, at markið fyri hvat kann roknast sum happing nú er sett sera lágt, og Raab vísir eisni á, at allar ákærur uttan tvær eru tiknar aftur.

Dominic Raab ávarar eisini um, at hendan kanningin fer at seta eitt vandamikið fordømi fyri framtíðina.

-Hetta fer at eggja til at koma við ógrundaðum ákærum móti ministarum, og tað fer at hava køvandi ávirkan á tey, ið royna at fremja broytingar fyri bretsku stjórnina . og síðsta enda fyri bretska fólkið, sigur Dominic Raab á Twitter.