Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Starvsfelagið: Fimti hvør kennir seg happaðan

Ein spurnarkanning millum limirnar í Starvsfelagnum vísir, at tilsamans 20% av teimum, ið svaraðu, siga seg hava verið happaði á sínum arbeiðsplássi seinastu 12 mánaðirnar. Happingin fer mest fram millum starvsfelagar sínámillum, men starvsfólk kenna seg eisini happað av leiðsluni

Ein spurnarkanning millum limirnar í Starvsfelagnum vísir, at fimti hvør av teimum, ið svaraðu, siga seg hava verið happaði á sínum arbeiðsplássi seinastu 12 mánaðirnar. Happingin fer mest fram millum starvsfelagar, men starvsfólk kenna seg eisini happað av leiðsluni.

Tað er Gallup Føroyar, sum hevur gjørt kanningina fyri Starvsfelagið. Tilsamans 1604 limir, sum starvast í sáttmálaøkjunum hjá felagnum, vórðu spurdir. Av teimum svaraðu 657 limir, 41 prosent. Kanningin varð gjørd í tíðarskeiðnum 7. juli til 21. september 2023.

Spurd um tey hava verið happað á sínum núverandi arbeiðsplássi hesar seinastu 12 mánaðirnar, svaraðu tilsamans 20 prosent játtandi. Tvey prosent søgdu seg verða happað dagliga ella næstan dagliga. Tvey prosent søgdu hvørja viku, trý prosent hvønn mánað, meðan 13 prosent svaraðu, at happingin í tíðarskeiðnum hevur verið við longri millumbilum enn einum mánað.

Váttar eitt rák
– Høvuðstølini í kanningini samsvara væl við aðrar líknandi kanningar, sigur Katrin av Kák, sálarfrøðingur, sum hevur gjørt kanningina saman við Gallup Føroyum.

Hon vísir til eina landsfevnandi kanning á danska arbeiðsmarknaðinum frá 2019, ið vísti, at 11 prosent kendu seg happað og til eina nýggja landsfevnandi kanning í Føroyum, sum vísti 12,4 prosent.

Ein greið ábending um, at úrslitið er rættvísandi er, at tá, ið fólk í kanningini vóru spurd, um tey kendu seg vera hildnan uttan fyri felagsskapin á arbeiðsplássinum seinastu 12 mánaðirnar, svaraðu somuleiðis tilsamans 22 prosent játtandi til hetta. Hetta eru helst tey somu fólkini, sum søgdu seg vera happaði, heldur Katrin av Kák.

– Granskingin vísir, at kjarnan í happing er útihýsing, og tí stuðlar hetta eisini hetta undir úrslitið, sigur sálarfrøðingurin.

Les eisini...  Gerið eina bjargingarætlan fyri Kringvarpið alt fyri eitt!

Starvsfelagar happa – og leiðslan
Kanningin bendir á, at mesta happingin á arbeiðsplássunum fer fram millum starvsfelagar sínámillum. Av teimum, sum svaraðu, at tey hava verið fyri happing, søgdu yvir helvtin, at tað vóru aðrir starvsfelagar, ið viðvirkaðu í happingini.

Tann minna helvtin segði, at tað antin var nærmasti leiðari ella ovasta leiðslan, sum viðvirkaðu í happingini, meðan ein lítil minniluti vísti á viðskiftafólk ella onnur sum happarar.

Trupulleikar sleppa at vera óloystir
Tey allarflestu, ið svaraðu, siga seg vita hvønn tey skulu venda sær til, um tey ella ein starvsfelagi verður happaði ella illa viðfarin á arbeiðsplássinum. Tey taldu 82 prosent.

Kortini er tað fimti hvør limur, sum heldur, at leiðslan ikki livir upp til sína uppgávu, tá ið tað umræður at loysa slíkar trupulleikar. 21 prosent svaraðu nevniliga, at tað eru viðurskifti viðvíkjandi happing, sum ikki vera loyst, hóast leiðslan er gjørd varug við støðuna.

Týðandi kanning
– Vit hava havt varhugan av, at happing fer fram á arbeiðsplássunum, men hetta er ongantíð rættuliga skjalfest, hvørki av myndugleikunum ella av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hetta hevur ikki verið nakað, limirnir hava tosað hart um, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

– Happing er tekin um sosialan mistrivnað og trupulleikar við arbeiðsumhvørvinum, sum skal takast í allarstørsta álvara. Tí er tað týdningarmikið, at vit nú hava eina kanning, sum staðfestur, at trupulleikin við happing er líka útbreiddur hjá okkum sum aðrastaðni, og at hetta er nakað, vit mugu taka í álvara. Hetta fer helst at bróta tøgnina, og hetta er ein trupulleiki, vit fara at taka upp við okkara sáttmálapartar, sigur formaðurin.

Les eisini...  Skeyt við luftbyrsu

Allýsingin hjá Ríkissjúkrahúsinum
Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn hevur granskað nógv í happing, og tað er allýsingin hjá Ríkissjúkahúsinum av hugtakinum happing, sum er brúkt í kanningini hjá Gallup Føroyum. Hesa allýsing vórðu limirnir kunnaðir um, áðrenn teir svaraðu spurningunum um happing á arbeiðsplássinum.

– Happing er eitt hugtak í broyting. Seinastu árini er útgangsstøðið í gransking um evnið farið frá eini einstaklingafatan til eina felagsskapsfatan, har tað er tann subjektiva upplivingin hjá einstaklinginum, sum er avgerandi fyri, hvørt talan er um happing ella ikki. Hetta er í dag tann vanliga grundfatanum í Norðanlondum, og sum vit eisini hava grundað okkara kanning á, sigur Katrin á Kák.

– Tað er okkara universelli tørvur at hoyra til felagsskapin og óttin fyri at vera útihýstur, sum eru viðvirkandi grundkreftir í happing. Og er tað hendan allýsing, sum er grundarlagið fyri okkara kanning.