Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fox hevur sent Tucker Carlson til hús

Hann var ein av yndisvertunum hjá amerikanska høgravonginum, men nú hevur tann umstríddi sjónvarpsverturin fingið sekkin. Hetta kemur í kjalavørrinum av, at Fox í síðstu viku mátti gjalda atkvøðuframleiðaranum Dominion Voting Systems umleið 5,4 milliardir krónur, tí sjónvarpsstøðin sáddi iva um úrslitið av forsetavalinum í november í 2020

Fríggjakvøldið ynskti kendi sjónvarpsverturin á Fox Tucker Carlson øllum eitt gott vikuskifti, har hann eisini segði, “at vit eru aftur mánadagin”.

Men tá mánadagurin kom, var ongin Tucker Carlson at síggja á skíggjanum. Heldur sendi amerikanska sjónvarpsrásin út eitt tíðindaskriv.

– Fox News Media og Tucker Carlson eru vorðnir samdir um at fara hvør til sítt, upplýsti sjónvarpsstøðin í tíðindaskrivinum.

Boðini komu umleið eina viku eftir, at Fox í síðstu viku mátti gjalda amerikanska atkvøðuframleiðaranum Dominion Voting Systems umleið 5,4 milliardir krónur, tí sjónvarpsstøðin sáddi iva um úrslitið av forsetavalinum í november í 2020. Hesum átti Tucker Carlson ein stóran leiklut í.

Tað lá annars í kortunum, at Fox og umstríddi eigarin av sjónvarpsstøðini, Rupert Murdoch, skuldu í rættin, eftir at Dominion Voting Systems hevði stevnt sjónvarpsstøðuni, men í ellivnta tíma var semja gjørd millum partarnar.

Kom í andglettin
Sendingin hjá “Tucker Carlson Tonight” hevur í fleiri ár verið eitt av mest sæddu sendingunum hjá Fox News. Sendingarnar hjá honum hava verið við til at seta dám á og ávirka ytsta høgravongin.

Men hann er eisini ein umstríddur maður, tí í sjónvarpssendingini hjá sær segði Tucker, at hann hevði fingið fatur á videoupptøkum, sum, sambært honum, kundi umskriva søguna um álopið á Capitol bygningin tann 6. januar 2021.

Hann segði millum annað, at tað var als ikki ógvisligur uppreistur móti Kongressuni. Tað vóru bert nakrir fáir ófriðarkroppar millum øll fólkini, ið vóru á rundferð.

Hetta fekk hann nógvar ákoyringar fyri, har eisini leiðandi fólk í republikanska flokkinum funnust at Carlson.

Les eisini...  Útlendingur kroysti ungan føroying eftir 7.000 krónum

– Fólk sóu, at har var harðskapur og oyðileggjandi atferð, og tað skal ongantíð henda aftur. At royna og normalisera tílíka atferð er bæði farligt og ólekkurt, hevur fyrrverandi republikanska forsetavalevnið Mitt Romney sagt um útsagnirnar hjá Tucker Carlson.