Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eitt nýtt føroyskt ur sær dagsins ljós

Hetta er fyrstu ferð, at eitt mekaniskt ur verður gjørt til føroyska marknaðin

Eitt nýtt føroyskt ur hevur nú sæð dagsins ljós, og fyrstu urini komu til landið fyrradagin.

Talan er um Djurhuus Scandinavia urini, sum eru tey fyrstu av sínum slag útilokandi til føroyska marknaðin.

Fleiri onnur ur hava áður verið gjørd til føroyska marknaðin, og stigtakarin handan Djurhuus Scandinavia, Hjalti Djurhuus, hevur eisini sjálvur framleitt føroysk ur. Men ikki sum hetta.

– Hetta er bara ein heilt annar kalibur av urum. Oftast síggja vit kvarts ur ella ur við battaríum, men hetta er eitt mekaniskt ur. Og tað merkir tú eisini, tá tú heldur í tí. Tað vigar meira, tú merkir tað á skøvningunum, at her er okkurt í hesum urinum, sigur Hjalti Djurhuus.

Meðan eitt battaríur koyrir upp á eitt battarí, skal eitt mekaniskt ur nýta okkurt slag av kinetiskari orku til at mala runt. Og Djurhuus Scandinavia er altso eitt rætt mekaniskt ur, sum umframt at kunna trekkjast upp, eisini hevur eina vekt, ið melur runt handan urkassan, tá tú flytir teg, og sum á tann hátt trekkir urið upp.

– Fyri ur-entusiastar eru mekanisk ur tað, sum tað gongur út uppá, sigur Hjalti Djurhuus, tá hann sýnir fram nýggju urini, ið fáast við hvítari, bláari og svartari skivu.

 

Byrjaði við battaríurum

Søgan handan Djurhuus Scandinavia byrjar í grundini afturi í 2019, tá Hjalti Djurhuus fór undir at sniðgeva og framleiða sítt fyrsta ur.

Talan var um urini Tróndur í Gøtu, ið vóru battaríur, og sum Hjalti Djurhuus framleiddi saman við Sigfríði á Plógv Hansen.

– Eg hevði hug at royna meg sum íverksetari, og eg hevði stóran áhuga fyri urum, so vit fóru undir at gera Trónd í Gøtu urini. Vit framleiddu 300 ur, og tey seldu út.

Les eisini...  Dan, Andrass og Hannis hava álit á at B36 vinnur samlað á Haverfordwest

Eftir góðu úrslitini við Tróndi í Gøtu, fóru teir báðir Hjalti Djurhuus og Sigfríður á Plógv undir at framleiða konufólkaurið Kópakonan, sum kom á marknaðin í 2021.

Kópakonan seldi eisini væl, men ynskið hjá Hjalta Djuhuus var altso at gera eitt mekaniskt ur, og hann fór tí eisini undir at sniðgeva Djurhuus Scandinavia í 2021.

Av tí at talan er um dýr ur, ið eru framleidd av einum av heimsins fremstu urverkum, fór Hjalti Djurhuus at leita eftir íleggjarum, og úrslitið varð, at vinmaður hansara Filip Zachariassen sýndi áhuga.

– Eg havi eisini stóran áhuga fyri urum, og tí var hetta nokk so spennandi fyri meg. Men eg tímdi ikki bara at vera ein kvirrur íleggjari, og tí kom eg ístaðin uppí sum ein aktivur partnari, sigur Filip Zachariassen, sum eisini hevur givið sítt íkast til sniðgeving og marknaðarføring av urinum.

Teir báðir Hjalti Djurhuus og Filip Zachariassen hava eisini havt eitt sindur størri frælsi við Djurhuus Scandinavi urunum enn við Tróndi í Gøtu og Kópakonuni.

– Urkassin er framleiddur av Miyota urverkinum í Japan, sum er eitt av heimsins fremstu av sínum slag. Urkassin krevur tað plássið, sum hann krevur, men fyriuttan tað hava vit havt stórt frælsið at sniðgeva urið, soleiðis sum vit vilja hava tað, sigur Hjalti Djurhuus.

Fyrst í mars mánaði fór telefonin hjá mær knappliga at ringja, og fólk skrivaðu til mín og ynsktu mær til lukku við nýggja urinum. Eg visti ikki, hvat hetta snúði seg um – eg hevði ikki nakað nýtt ur,

Ynsktu skeivum manni til lukku við urunum

Umframt teir báðar Hjalta Djurhuus og Filip Zachariassen, er eisini Rúni Djurhuus knýttur at Djurhuus Scandinavia. Og tað var eitt sindur av tilvild, at Rúni Djurhuus kom uppí.

Les eisini...  Nýggj føroysk sápa á marknaðinum

– Fyrst í mars mánaði fór telefonin hjá mær knappliga at ringja, og fólk skrivaðu til mín og ynsktu mær til lukku við nýggja urinum. Eg visti ikki, hvat hetta snúði seg um – eg hevði ikki nakað nýtt ur, sigur Rúni Djurhuus.

Tað var um hetta mundið, at heimasíðan hjá Djurhuus Scandinavia kom online, og av teirri orsøk at Rúni Djurhuus er eitt somikið kent andlit innan alskyns virksemi og íverksetan í Føroyum, vóru mong, ið hildu, at hetta mátti vera onkur verkætlan hjá honum.

– Eg fann so útav, at har var hendan heimasíðan, og eg fór inn at hyggja. Eg hugsaði “halt kjaft hetta sær gott út”, og samstundis sum at mær hevur altíð dámað væl ur, setti eg meg í samband við Hjalta, sigur Rúni Djurhuus.

Tað tók ikki leingi áðrenn Rúni Djurhuus gjørdist partur av toyminum.

– Eg fekk eini boð frá Rúna, meðan eg stóð niðast í einum trappum. Hann vildi hava at vita, hvat telefonnummarið hjá mær var. Tá eg var komin ovast í trappurnar, ringdi telefonin. Tá var tað Rúni, sigur Hjalti Djurhuus og leggur aftrat, at eftir hetta gekk skjótt at fáa Rúna Djurhuus við.

– Øll vita, hvør Rúni er, og hann hevur verið við til alt millum himmal og jørð. Hann hevur allar kontaktirnar og kennir øll, sum skulu kennast, sigur Hjalti Djurhuus.

 

Hvørt ur verður eftirkannað tvær ferðir

Heimasíðan hjá Djurhuus Scandiavia kom online fyrst í mars mánaði, og fleiri ur eru longu seld.

Talan er kortini um ur í einum øðrum prísklassa enn hini urini, sum eru gjørd til føroyska marknaðin, metir Hjalti Djurhuus, og tí er kanska ikki so løgið, at tað eru nógv, ið vilja síggja og merkja urini, áðrenn tey sleppa sær av tær 4.000 krónurnar, ið urið kostar.

Les eisini...  Bowlinghøllin á Hálsi hevur latið aftur

– Men vit hava fingið tey til landið nú, so nú fer at bera til at síggja tey. Tey kosta eitt sindur meira enn hini urini, ið hava verið til føroyska marknaðin, men í mun til ur í tilsvarandi góðsku í útlondum, so eru vit rættiliga bíligir. Aðrastaðni kanst tú fáa ur við líknandi mekanikki úr 3.000 heilt upp í 8.000 krónur, so tað er ikki tí, at vit vilja verða millionerar, at vit hava ásett hendan prísin.

– Vit vildu eisini eftirkanna, hvat fyri “kram” var í hesum urinum, so vit sendu eina prototypu til ein urmakara í Íslandi, sum hevur lisið til urmakara í Sveis. Og boðini frá honum vóru, at talan var um eitt heilt gott ur, sigur Rúni Djurhuus.

Djurhuus Scandinavia hevur fingið 300 ur til landið, 100 av hvørjum liti, men áðrenn tey verða seld, verða øll kvalitetskannað í Føroyum.

Hjalti Djurhuus greiðir frá, at hvørt ur verður tikið úr eskjuni fyri at hyggja eftir sjónligum breki, og síðani verður mekanisman mátað fyri at eftirkannað, at urið gongur sum tað skal. Urini verða altso bæði kvalitetskannað hjá ursmiðuni og hjá teimum í Føroyum.

Ætlanin er eisini at fáa urið inn í onkra handilsbúð, soleiðis at tað verður ómakaleyst hjá kundanum at sleppa fram at urunum at síggja og føla tey, men hetta er framvegis í stoypiskeiðini og er ikki klárt enn.

 

Urini kosta 4.000 krónur og síggjast á djurhuusscandinavia.com.