Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fylg við frá snildfonini – lætt og ómakaleyst

Við appini “FSF fótbóltur” hava øll fótbóltsáhugaði nú lætta atgongd til kunning og dagføring um dystir og kappingar í føroyskum fótbólti

Síðan 2017 hevur Fótbóltssamband Føroya brúkt skrásetingarskipanina Comet til skráseting og stýring av øllum dystarvirkseminum í føroyskum fótbólti. Talan hevur verið – og er framvegis – um eina umfatandi tilgongd at talgilda og skipa kappingarvirksemið. Ása Klakkstein Kalsø, sum samskipar hetta fyri FSF, greiðir soleiðis frá skipanini.

– Í stuttum er Comet dátubasan hjá FSF, har allir spælarar, venjarar og dómarar eru skrásettir. Tað er eisini her, allar kappingarnar hjá FSF verða lagdar, dystir verða fyrireikaðir og dómaraseðlar eftir loknan dyst verða skrásettir. So í veruleikanum er talan um eina týdningarmikla skipan fyri dystar- og kappingarvirksemið í føroyskum fótbólti, sigur hon.

Sostatt inniheldur skipanin eisini eina stóra mongd av dátum og viðkomandi vitan fyri fótbóltsáhugað. Eitt nú spælaraskrásetingar, dystar- og kappingarskráir, stigatalvur, hagtøl og so framvegis. Men fyri at sleppa inn í skipanina, er neyðugt hjá samskiparum og øðrum at rita inn við brúkara, og av dátuverndarorsøkum ber sjálvsagt ikki til at lata alla skipanina upp fyri almenninginum.

Appin eitt hent amboð
Ein stórur partur av upplýsingunum úr skipanini eru tó tøkar alment, og talan er í stóran mun um viðkomandi vitan hjá fótbóltsáhugaðum.

Ása Klakkstein Kalsø greiðir frá, at FSF nú eisini hevur eina app tøka til júst hetta endamálið, og at hendan kann vera eitt sera hent amboð hjá fótbóltsáhugaðum at hava í lummanum, tá kappingin hjá børnum og vaksnum fer av bakkastokki.

– Við appini fært tú atgongd til eitt nú leikskráir, stigatalvur og dómaraseðlar. Sostatt kanst tú fylgja gongdini í teimum kappingunum, sum hava tín áhuga. Hetta kemur serliga væl við, tá hugsað verður um barna- og ungdómskappingar, sum hava stóran áhuga millum foreldur og avvarðandi annars, sigur Ása Klakkstein Kalsø.

Les eisini...  5G tendrar um ársskiftið

Allar kappingar frá U7 og heilt upp í vaksnamannadeildirnar verða lagdar í skipanina, so har ber altíð til at síggja leikskráir, umframt leikstað og klokkutíðir, tá hesi eru ásett. Har arbeiðir FSF eisini út frá regluni um, at kunningin á Comet altíð er tann, ið er galdandi. Frá U13 og uppeftir verða úrslit eisini skrásett í skipanini, so tá ber eisini til at fylgja við úrslitum og stigatalvum í appini.

Sum eitt eyka prei leggur Ása afturat, at tað sum fjeppari er skilagott at velja sær nakrar “favorittar” í appini.

– Hjá foreldrum og øðrum avvarðandi er tað ofta mest viðkomandi at halda seg kunnaði um nakrar ávísar deildir ella ávísum liðum. Í appini kanst tú velja hesi sum tíni yndis við at trýsta á stjørnuna ovast í høgra horni, og so fært tú boð á snildfonini, so hvørt sum dagføringar koma í skipanina. Tað ber eisini til at fylgja ávísum spælarum, eitt nú ungum spælarum, sum spæla í fleiri ymiskum deildum, fortelur hon.

Fevnir eisini um landsdystir
Comet skipanin og tilhoyrandi appin FSF Fótbóltur gevur heilt nógvar møguleikar, men tað er sjálvandi og framhaldandi ein treyt, at hendingar og dagføringar leypandi verða lagdar inn í skipanina.

Umframt heimligu kappingarnar, verður skipanin eisini brúkt til landsdystir, og í hesum sambandi er ætlanin at gera enn meira fyri at leggja dagføringar inn í appina, tá ið ungdómslandsliðini spæla dystir á útivølli.

– Skipanin gevur møguleika fyri at fylgja við liðuppstillingum, skoraðum málum og kortum í live-dagføringum. Hetta krevur tó sjálvandi, at onkur á staðnum leggur dáturnar inn í skipanina, meðan dysturin er í gongd, og vit vóna í framtíðini at kunna royna hetta í samband við útidystir hjá ungdómslandsliðunum, har tað annars ikki altíð er beinleiðis miðling av dystunum, sigur Ása Klakkstein Kalsø.

Les eisini...  Andrass Thomsen er nýggjur UEFA-umboðsmaður

Kelda: Maria Ziska og Hans Erik Danielsen/fsf.fo