Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýtslan av ADHD heilivági ferfaldað

Tað verður útskrivað fýra ferðir so nógvur ADHD heilivágur í dag sum fyri sjey árum síðani. Nýtslan er serliga økt hjá teimum, ið eru 20 ár og eldri

Nøgdin av útskrivaðum ADHD heilivági í Føroyum er næstan fýrafaldaður seinastu sjey árini.

Tað vísa tøl, ið Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur fingið útvegað í sambandi við fyrispurning frá Liljan Weihe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Liljan Weihe vildi millum annað hava at vita, hvussu nógv ritalin varð útskrivað í Føroyum seinastu 10 árini, og hvussu nógvir borgarar hava fingið útskrivað ritalin.

Í svarinum vísir Margit Stórá á, at tað er ikki einans ritalin, ið verður útskrivað fyri ADHD, men tølini hjá landsstýriskvinnuni vísa, at DDD-talið (DDD talið er eitt mát fyri samdøgursskamtir) fyri ritalin er vaksið úr 7,5 í 2016 upp í 17,3 í 2022.

Fyri samlaðu nýtsluna av ADHD heilivági er DDD talið vaksið úr 8,4 í 2016 upp í 31,9 í 2022 – næstan ein ferfalding.

Ritalin kann misbrúkast

Margit Stóra ger eisini greitt, at fyri at minka um vandan av skeivari nýtslu av heilivági, verður í Føroyum í størri mun brúktur annar heilivágur enn ritalin sum fyrsta val. Orsøkin er, at annar heilivágur ikki inniheldur methylphenidat, og sum tí ikki kann nýtast á sama hátt at rúsa seg við.

Hetta sæst eisini aftur í tølunum omanfyri, har økingin í nýtslu av ritalini og ørðum kopiheilivági ikki hevur verið eins stór og økingin í nýtslu av øðrum ADHD heilivági.

Margit Stóra ger kortini greitt, at frá 2016 til 2022 er talið av føroyingum, ið hava fingið viðgerð við ritalin ella øðrum kopiheilivági vaksið úr 290 og upp í 278.

Í 2016 vóru 90 prosent av teimum í ADHD viðgerð, sum fingu heilivág við methylphenidat, men í 2022 var hetta talið minkað niður í 55 prosent.

Les eisini...  Dialysa í Suðuroy um hálva aðru viku

Vøksturin stórur hjá teimum eldri enn 20 ár

Um hugt verður nýtsluni av ADHD heilivági býtt út á aldursbólkar, síggja vit, at tað er serliga í aldursbólkinum frá 20 ár og eldri, har nýtslan av ADHD heilivági er økt nógv. Í 2016 vóru 152 børn og ung, ið fingu útskrivað ADHD heilivág, meðan hetta talið í 2022 var 331.

Hjá teimum 20 ár og eldri vóru í 2016 173 fólk, ið fingu ADHD heilivág, og í 2022 vóru hesi ikki færri enn 920.

– Sambært Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum eru nógv vaksin fólk útgreinað og hava fingið staðfest ADHD seinastu árini. Meginparturin av teimum eru sett í viðgerð við ADHD heilivági, og tað er høvuðsorsøkin til, at nýtslan av ADHD heilivági er so nógv økt seinastu árini, sigur Margit Stóra.

Greiðar mannagongdir eru fyri útflýggjanini

Í fyrispurninginum vísir Liljan Weihe á, at ábendingar eru um, at ritalin verður misnýtt sum rúsandi evni í Føroyum, og spurt verður tí eisini, hvør hevur eftirlit við, at tílíkur heilivágur ikki verður skeivt útflýggjaður.

Margit Stórá ger greitt, at allir læknar kunnu útskriva ADHD heilivág, men uppgávan at diagnosera og seta viðgerð í gongd er serlæknauppgáva.

Harumframt er útflýggjanin av heilivági frá apotekum skipað við greiðum mannagongdum, sum tryggja, at rætti sjúklingurin fær rætta fyriskrivaða heilivágin útflýggjaðan.