Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hevði stórt hol í hjartanum

Fyri kortum varð Stina Park skurðviðgjørd á Ríkissjúkrahúsinum fyri hol í hjartanum. Hetta hendi, eftir at ein heilsukanning, sum flogbóltssambandið krevur, fann fram til, at ikki alt var, sum tað eigur at vera. Fleiri kanningar vórðu gjørdar, og til endans fann hjartalækni fram til, at hon hevði eitt hol í hjartanum. – Eg kann ikki lýsa, hvussu takksom eg eri fyri, at eg endiliga havi funnið út av, hvat hevur “feilt” mær øll hesi árini, og at tað nú ikki longur er ein trupulleiki hjá mær

– Eg bleiv sera skelkað og ovfarin, tá læknin eftir árligu heilsukanningina, ið Flogbóltssamband Føroya stendur fyri, spurdi: “Hevur tú nakrantíð fingið at vita, at tú hevur eitt misljóð í hjartanum?”

Tað sigur Stina Park úr Froðba við Facebook-vangan hjá Flogbóltssambandinum, ið til dagliga spælir við TB, sum undan kappingarbyrjan í flogbólti var til eina heilsukanning í fjør, sum Flogbóltssamband Føroya krevur verða gjørdar undan kappingarbyrjan.

Kanningin vísti, at ikki alt var sum tað eigur at vera, og tí bleiv gjørt av, at hon skuldi kannast nærri.

Tann 18. oktober í fjør var Stina til sína triðju heilsukanning, har hon bleiv væl og virðiliga kannað. Hon hevði verið til ymsar kanningar hjá ymsum læknum seinastu árini, av tí at hon hevði kent seg so troytta. So mikið ringt var tað til tíðir, at hon hevði torført við at anda undir hørðum fysiskum trýsti.

– Læknarnir kannaðu meg, men funnu onki, ið var galið við mær. Eg fekk at vita, at eg kanska bara hevði vánaliga konditión, ella at tað var vanligt at føla seg troyttan í hesum aldrinum. Læknin, ið kannaði meg til heilsukanningina, lurtaði fyrst væl eftir lungum, og síðan eftir hjartanum. Eftir hann hevði lurtað eftir hjartanum leingi, spurdi hann meg, um eg nakrantíð hevði fingið at vita, at eg hevði eitt misljóð í hjartanum.

– Eg svaraði nei!

– Hann spurdi meg so, um eg nakrantíð hevði havt trupulleikar undir venjing, har eg var svímað.

– Eg svaraði nei!

– Hann fekk tað ikki at passa, tí um nakað feilti hjartanum, var tað undarligt, at eg ikki var svímað undir harðari venjing, segði hann.

Les eisini...  Andrias Edmundsson byrjar inni

(Greinin heldur fram undir myndini)

Skurðviðgjørd á Ríkissjúkrahúsinum


Eftir hettar fekk hon eina tíð hjá hjartalækna, hóast kommunulæknin ikki helt, at tað kundi vera nakað alvorligt, av tí at Stina sá út til at vera so fysiskt væl fyri. Tá læknin skannaði hjartað, sá hann eitt hol millum forkømrini í hjartanum (ASD-atrieseptumdefekt). Hon fekk at vita, at holið sá lítið út, men at tað mátti latast aftur kortini, tí tað kundi hava avleiðingar við sær seinni í lívinum; at liva við einum holi í hjartanum. Tað lætnaði fyri henni, tá hon fekk at vita, at læknarnir kundu fara upp til hjartað gjøgnum eina æðr í lærkrikinum, og síðan seta eitt “device” í holið.

– Tá eg kom niður á Ríkissjúkrahúsið tann 11. apríl, bleiv hjartað á mær skannað enn einaferð. Har fekk eg at vita, at holið sá stórt út, og at tað var møguligt, at tey ikki fingu latið tað aftur gjøgnum æðrina í lærkrikinum, sum avtalað var. Dagin eftir royndu tey kortini, men tá eg vaknaði ein tíma eftir royndina, føldi eg beinanvegin á mær, at tað ikki hevði eydnast. Læknin kom at tosa við meg og fortaldi, at holið hjá mær veruliga var eitt “kæmpe stort” hol (meiri enn 2,5 cm), og at bæði pumpukamarið og forkamarið í hjartanum vóru ógvuliga ovtyngd, so holið skuldi helst latast aftur skjótast gjørligt við opnari skurðviðgerð, greiðir Stina frá.

Longu dagin eftir, 13. apríl, fekk hon eina tíð til opna skurðviðgerð, har læknarnir fóru inn gjøgnum bringuna og lótu holið aftur. Holið var so mikið stórt, at neyðugt var at seyma ein lappa av kálvahúð fastan í skilaveggin ímillum hjartaforkømrini.

Les eisini...  Tummas Erling Djurhuus nýggjur venjari hjá TB

– Alt gekk sera væl við skurðviðgerðini, og eg kom sera skjótt fyri meg, sigur hon.

Stina er sera takksom fyri heilsukanningarnar, tí aðrar kanningar, sum hon áður hevði verið til, ikki vístu, at nakað var áfatt.

– Av hjarta stóra takk til FBF fyri at krevja heilsuváttan frá øllum leikarum. Um tað ikki var fyri hesum, hevði eg nokk livað við mínum stóra holi í hjartanum í fleiri ár afturat og blivið nógv verri fyri. Hóast ein ikki tykist sjúkur uttan, veit ein aldrin, hvat gongur fyri seg innan.

– Eg kann ikki lýsa, hvussu takksom eg eri fyri, at eg endiliga havi funnið út av, hvat hevur “feilt” mær øll hesi árini, og at tað nú ikki longur er ein trupulleiki hjá mær, sigur Stina Park.