Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hevði tikið fýra ár at skift alt graslíki í Føroyum

ES setir nú forboð fyri gummugranulati í graslíkisvallum. Skuldu Føroyar valt at fylgt ES reglunum, hevði tað tikið fýra ár at skift allar vallirnar út, metir Birgir Andreasen, sum selir og leggur á graslíkisvallir

Tað hevði tikið umleið fýra ár at skift allar graslíkisvallir í Føroyum út við grønari graslíkisvallir við tundurgranulati heldur enn við gummigranulati.

Tað metir Birgir Andreasen, sum umvegis Idé Møblar er umboð fyri Domo graslíkisvallir í Føroyum.

Nýggjar ES reglur fara vantandi at hava við sær, at forboð verður sett fyri at nýta gummigranulat í graslíkisvallum, og í sambandi við vantaða bannið hevur millum annað Danmark strongt á at fáa bannið útsett, soleiðis at skiftistíðin til grønari graslíki verður átta heldur enn seks ár.

Orsøkin er, at gummugranulatið við tíðini fer úr vøllinum og út í umhvørvið rundanum, har tað verður til elasmáar bitlar, sum í síðsta enda eisini enda í bæði djórum og fólki.

Men í Føroyum eru vit langt framman fyri grannalond okkara, tá tað kemur til umhvørvisvinarligar graslíkisvallir, sigur Birgir Andreasen, sum metir, at tað hevði tikið umleið fýra ár at skift allar verandi vallir við gummigranulati út við vallir við tundurgranulati.

Birgir Andreasen vísir á, at tundurgranulat er eitt náttúruprodukt, ið ikki hevur somu neiligu árin á náttúruna og gummigranulat hevur, og at tundurgranulat eisini er betri fyri knø og liðir enn onnur granulat.

Birgir Andreasen selur sjálvur vallir frá framleiðaranum Domo, ið nýtir tundurgranulat, og fleiri av vallunum í Føroyum eru longu skiftir út. 

Fyrst vórðu royndir gjørdar á Eiði í 2015, síðan við sparkivøllinum í Gøtu; í Sarpugerði; á Argjum; í Sandavági; bara fyri at nevna nakrar – og nú eru næstan allir sparkivallirnir í Vágum skiftir út. Og tað við góðum úrsliti, heldur Birgir Andreasen.

Les eisini...  Stórmøtir verða á Giljanesi um vikuskifti

– Tundurgranulatið hevur eydnast heilt væl. Tær afturmeldingarnar, sum vit fáa frá spælarum, eru, at vallirnir við tundurgranulati eru tað nærmasta, ið teir kunnu líkna við ordiligt gras, sigur Birgir Andreasen og vísir á, at ivaleyst er tað, at tundurgranulat gevur ikki somu fjarðing, sum gummigranulatið gevur, har bólturin hevur lyndi til at støkka sum á einari trampolin.

– Hetta tundurgranulatið, sum nú er lagt á, er eisini øðrvísi enn tundurgranulatið frá fyrr, sum var eitt sindur sum poppkorn og sprekkaði, tá tú traðkaði á teg. Hetta er fast granulat, sigur Birgir Andreasen.

Til spurningin hvørt tað hevði borið til at tikið gummigranulatið úr verandi vallum og lagt tundurgranulat í ístaðin, uttan at sjálvt graslíkið varð skift, svarar Birgir Andreasen, at tað er sera ivasamt.
– Tú kanst taka granulat úr vøllinum, men tú fært ongantíð alt granulatið við, og tað verður tí neyðugt at skifta graslíkið út, metir Birgir Andreasen.