Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Runavíkingur stendur við róðrið í FC Hoyvík

Í dag tekur NSÍ ímóti FC Hoyvík við Løkin í Runavík, har málmanslegendan Jens Martin Knudsen er venjari. Men hóast hann er gulur í hjartanum, so hugsar hann bert um eina uppgávu, og tað er at vinna. Hoyr samrøðu við Jens Martin Knudsen undan dystinum í dag

Undan hesum kappingarárinum skrivaði Jens Martin Knudsen undir ein trý-ára sáttmála við FC Hoyvík. Hetta er samstundis fyrsta uppgávan hjá Jens Martini sum høvuðsvenjari hjá einum liði, har hann settur til at byggja eitt lið upp, sum kann blíva kappingarført um nøkur ár.

Í dag er eitt sindur øðrvísi uppgáva fyri framman hjá gomlu NSÍ-legenduni, tá runavíkingurin í Hoyvík fer at gera sítt til, at liðið hjá sær fær nakað burturúr dystinum í dag.

Undan dystinum er greitt, at NSÍ er nummar tvey við 13 stigum, meðan FC Hoyvík er nummar fimm við níggju stigum.

Men hóast Jens Martin er gulur í hjartanum, so verður tað ikki øðrvísi at standa í skýlinum hjá útiliðnum seinni í dag, tí hetta er, sambært Jens Martini, bert ein nýggj uppgáva, ið er á skránni – ein uppgáva, sum skal vinnast.

Hann metir, at NSÍ er besta liðið í deildini, og er eisini favorittur at flyta upp aftur í bestu deildina, men fyri tað, so fer liðið hjá honum at gera sítt til, at dysturin í dag verður spennandi.

– Vit klára at geva øllum liðum í deildini mótstøðu, og tað fara vit eisini at gera í dag, sigur høvuðsvenjarin hjá FC Hoyvík.

Jens Martin hevur verið ungdómsvenjari og hjálparvenjari hjá NSÍ seinastu árini, so hann kennir felagið í Runavík sum sín egna baklumma. Hann metir, at FC Hoyvík í dag er á sama støði, har NSÍ var í seinnu helvt av 80-unum, har felagið í Hoyvík er í einari fasu, har ungdómsdeildirnar skulu byggjast upp, sum so við og við fer at síggjast aftur á besta liðnum.

Les eisini...  Uppslagið er nú tikið av X

Eisini greiðir Jens Martin frá, hvat vit kunnu vænta okkum av oddastríðnum í 1. deild, har hann metir, at NSÍ og Skála fara at stríðast um fyrsta plássið. Hann heldur, at FC Hoyvík ikki heilt enn er har, at felagið kann bjóða av í oddastríðnum, men hann slær samstundis fast, at tað skal ikki so nógv til hjá fótbóltsfelagnum í Hoyvík, so kann FC Hoyvík eisini fara at blanda seg í oddastríðnum í næstbestu deildini.

Samrøðan kann hoyrast her:

Dysturin í Runavík leygardagin byrjar klokkan 15.

FM1 sigur frá dystinum, og tað er Rúni á Reynatrøð, ið verður frásøgumaður til dystin.