Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Føroyska laksaskipanin verður ikki nýtt í Norra

Føroyska skipanin við tøkugjaldi er "yvirromantiserað", heldur Geir Pollestad, limur í fíggjarnevndini í Stórtinginum, sum hevur verið á vitjan í Føroyum

Tað verður ivaleyst av ongum, at føroyska skipanin við tøkugjaldi til alivinnuna verður nýtt í Norra, og føroyska skipanin er “yvirromantiserað”.

Tað sigur Geir Pollestad, tinglimur fyri norska Miðflokkin, sum saman við Monu Nilsen, tingkvinnu fyri norska arbeiðaraflokkin, herfyri vóru á vitjan í Føroyum fyri at læra um føroysku skipanina við tøkugjaldi.

Norska stjórnin hevur í seinastuni arbeitt við at fremja broytingar í skattingini av norsku alivinnuni. Ætlanin hjá norsku stjórnini er at seta í gildi ein grundrentuskatt fyri alivinnuna, har alifyritøkurnar rinda 35 prosent í skatti av vinninginum, men bert um vinningurin er størri enn 70 milliónir krónur.

Uppskotið hjá norsku stjórnini er kortini ikki fallið í góða jørð hjá norsku alivinnuni, ið heldur ynskir eina skipan, ið líkist teirri føroysku, har hugt verður leypandi eftir søluprísinum.

Men tað verður av ongum, sigur Geir Pollestad, sum umboðandi fíggjarnevndina herfyri vitjaði í Føroyum fyri læra um føroysku skipanina.

Við norska miðilin E24 sigur Geir Pollestad, at eftir hansara meting er føroyska skipanin “yvirromantiserað” av norsku alivinnuni, og at norska stjórnin fer ivaleyst ikki at brúka føroysku skipanina.

Geir Pollestad vísir eisini á, at um norska stjórnin nýtti føroysku skipanina og tillagaði hana til norsk viðurskifti, so hevði hetta at mint rættiliga nógv um ætlaðu norsku skipanina, og tá gevur tað ikki nógva meining at skifta kós.

Geir Pollestad sigur við E24, at ætlanin er at hava sett nýggja skipan í gildi áðrenn ársskiftið.