Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vinnunevndin viðgerð tøkugjaldið í dag

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum, at tøkugjald fyri laks, ið verður virkaður, skal hava eitt loft upp á 7,5 prosent, verður viðgjørt í vinnunevndini í dag

Í farnu viku legði Sambandsflokkurin eitt uppskot fyri tingið, har mælt verður til, at tøkugjaldið fyri laks, sum verður virkaður, skal hava eitt loft, sum er 7,5 prosent.

Í dag fer vinnunevndin at viðgera uppskotið hjá Sambandsflokkinum um at broyta tøkugjaldið.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum fekk fyrstu viðgerð í tinginum mikudagin í farnu viku – beint eftir, at Bakkafrost hevði sagt 140 fólkum úr starvi á góðskingarvirkinum á Glyvrum, og bæði Hanna Jensen og Karlot Hergeirson í Framsókn hava funnist at tøkugjaldinum, ið samgongan annars samtykti í vár, tá alivinnan fekk eyka kostnaðir álagdar sum eitt slag av gjaldi fyri framíhjárættin at brúka firðirnar kring Føroyar at ala á.

Í viðmerkingunum hjá Sambandsflokkinum, at seta loft á tøkugjaldið, vísir flokkurin á, at meirvirkað laksaúrdráttir verða seldir eftir langtíðarsáttmálum, ið vanliga ganga tríggjar til 12 mánaðir fram í tíð.

Tí er tað avgerandi fyri, um vit framhaldandi kunnu hava eina meirvirking í føroysku alivinnuni, at fyri tann partin av laksaframleiðsluni, sum fer til meirvirking, verður ásett eitt loft í tøkugjaldinum upp á 7,5 prosent. Hetta merkir ítøkiliga, at fyri ta mongd av framleiðsluni, ið verður brúkt til víðari framleiðslu, verður tøkugjaldið goldið eftir galdandi stiga, tó upp til í mesta lagi 7,5 prosent“, skrivar Sambandsflokkurin.

Vinnunevndin hevur innkallað Búskaparráðið, umboð fyri laksavinnuna og landsstýrismannin í vinnumálum, Høgna Hoydal, til hoyringar í dag, og vinnunevndin ætlar at skriva álit í málinum í dag, eftir at hoyringar hava verið.