Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Semja funnin fyri flogskipararnar

Flogskiparafelag Føroya boðar í morgun frá, at limir felagsins hava atkvøtt fyri nýggja semingsuppskotinum, og at ásamt er tí komið um ein nýggjan sáttmála. Av somu orsøk verður ætlaða verkbannið av ongum

Ætlaða verkbannið, ið Føroya Arbeiðsgevarafelag lýsti fyri flogskiparar hjá Atlantic Airways við støð í Føroyum at byrja 12. mei, verður nú kortini av ongum, tí arbeiðsgevarafelagið og Flogskiparafelag Føroya eru komin ásamt um ein nýggjan tvey-ára sáttmála.

Sostatt verður verkbannið avlýst.

– Tann 27. apríl boðaði nevndin í Flogskiparafelag Føroya Semingsstovinum frá, at seinna semingsuppskotið, sum var handað nevndini tann 20. apríl, var ov langt frá tí, sum kundi góðtakast av Flogskiparafelagi Føroya, og tí ikki var nóg búgvið at leggja fyri limirnar til støðutakan.

Sama dag funnu umboð fyri Flogskiparafelagið og Atlantic Airways saman í beinleiðis samráðingum millum partarnar í eini roynd at finna semju um týdningarmestu broytingarnar, sum Flogskiparafelagið ynskti at fáa við í sáttmálan. Flogskiparafelagið sigur, at henda tilgongd var konstruktiv frá báðum pørtum, og við teimum týðandi broytingunum, sum vóru framdar, bar á mál.

– Uppskotið við hesum broytingunum hevur verið til uratkvøðu hjá limunum, og ein stórur meiriluti atkvøddi fyri broytta uppskotinum. Flogskiparafelag Føroya fegnast samstundis um, at Lock-Out støðan, sum Føroya Arbeiðsgevarafelagið valdi at seta í verk, ikki verður neyðug hóast alt, sigur Flogskiparafelag Føroya