Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey fólk bóðu um hjálp í fjøllunum í Norðurstreymoy

Tyrlan varð tilkallað at fara eftir tveimum kvinnum, ið høvdu gingið seg fastar, tá tær vóru farnar túr í fjøllini omanfyri Hvalvík

Í góðveðrinum í gjárkvøldið fóru tvær kvinnur, sum báðar eru føroyskar, ein túr í fjøllini omanfyri Hvalvík, men tá tær vóru staddar við Ørvisfelli, kom mjørki á tær, og tær vóru ótryggar við støðuna, tí eftir stutta løtu mistu tær ættarsansin og vistu ikki heilt, hvar tær vóru staddar.

Tær ringdu tí til alarmsentralin og bóðu um hjálp, og løgreglan avgjørdi at senda tyrluna eftir teimum, og tað gekk ikki rúm tíð, so hevði tyrlan funnið fram til kvinnurnar.

Fyri at binda um heilan fingur, vórðu tær fluttar á Landssjúkrahúsið til kanningar, har tyrlan lendi beint eftir midnátt.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur í morgun, at tær hava tað eftir umstøðunum gott.