Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Viðurkendur granskari: Chatbottar eru ræðandi

Menningin av kjatbottum gongur við rúkandi ferð, men hetta eigur at ørkymla okkum, heldur Geoffrey Hinton, sum telist millum fremstu AI granskarum í heiminum. Hinton sigur seg angra tað arbeiðið, hann hevur gjørt innan AI

Geoffrey Hinton, sum av mongum verður mettur at vera ein av fremstu granskarum í tilgjørdum vitleika, ella Artificial Intelligence, hevur sagt seg úr starvi hjá Google og vil nú vera við, at hann angrar tað arbeiðið, ið hann hevur gjørt í tilgjørdum vitleika.

Í samrøðu við BBC vil Hinton vera við, at hann heldur, at nýggju chatbottarnir við tilgjørdum viti eru “rættiliga ræðandi”.

-Í løtuni eru teir ikki meira intelligentir enn vit, sum eg dugi at síggja. Men eg haldi, at tað kunnu teir gerast skjótt, sigur Geoffrey Hinton um nýggju kjattbottarnir, so sum ChatGPT, sum seinastu mánaðirni hava gjørt um seg.

Geoffrey Hinton, sum nú er 75 ára gamal, ger greitt, at ein partur av orsøkini til at hann hevur sagt seg úr starvi, er at hann er vorðin ov gamal.

Men samstundis ger hann greitt, at hann óttast menningina av tilgjørdum vitleika, tí at tilgjørdur vitleiki er á veg til at hava størri vit og kunning, enn ein heili hjá fólki kann hava.

Hinton vísir á, at GPT-4, ið er nýggjasta menningin innan GPT tøknina, longu er framman fyri menniskju, tá hugsað verður um, hvussu nógva almenna vitan GPT-4 hevur.

GPT-4 hevur kortini ikki sama førleika innan skilvísa hugsan ella tankagongd, men skilvís hugsan er til staðar.

-Soleiðis sum tøknin hevur ment seg, kunnu vit vænta at síggja betringar rættiliga skjótt. Og tað eiga vit at óttast.

Í grein í New York Times vísir Geoffrey Hinton ítøkiliga á, at valdsmikil fólk, so sum Vladimir Putin, kundi givið einum kjatbotti møguleikan at skapa síni egnu undir-endamál, og at sum frálíður kunnu hesar skipanirnar skapa egin undir-endamál so sum “eg má hava meira vald”.

Les eisini...  Trevor Francis er deyður

Tað slagi av vitan, ið hesar skipanirnar skapa, er ikki tað sama slagi av vitan, sum ein mannaheili hevur, og í hesum er eisini ein vansi, heldur Hinton.

-Vit eru biologiskar skipanir, og hesi eru talgildar skipanir. Tann stóri munurin er, at við talgildum skipanum hevur tú nógv eintøk við somu vektum – við somu ímynd av heiminum.

-Øll hesi eintøkini kunnu læra hvør sær – men býta sín lærdóm við hini eintøkini umgangandi. So tað er sum um tú hevði 10,000 fólk, og so skjótt eitt fólk lærdi okkurt, vistu øll hini tað av sær sjálvum. Og tað er av hesi orsøk, at hesir kjattbottarnir kunnu vita so nógv meira enn eitt fólk.