Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vilja endurreisa gamla skúlan í Søldarfirði

500.000 krónur eru í ár settar av til at endurreisa gamla skúlan í Søldarfirði, men skúlin er í ringum standi. Borgarstjórin og formaðurin í mentanarnevndini vóru í gjár og skoðaðu skúlan

Tá Runavíkar býráð í fjør samtykti fíggjarætlanina fyri kommununa í ár, var ein partur av íløgunum settur av til at endurreisa gamla skúlan í Søldarfirði.

Gamli skúlin, sum í dag bert eru nakrar toftir, stendur nakað oman fyri bygdina, og skúlin varð vígdur 9. Desember í 1890.

Helgi Jacobsen hevur í verkinum av Tinghellu á Førjaklettin skrivað søguna um skúlarnar har um leiðir, og í verkinum verður skrivað, at 1. Oktober í 1956 varð nýggjur skúli tikin í nýtslu, og gamli skúlin oman fyri bygdina hevur síðan at kalla ongan góðan átt. Onkur roynd hevur verið gjørd hesi árini at bjarga skúlanum, hesar royndirnar eru ikki komnar á mál.

Runavíkar kommuna skrivar, at gjáramorgunin fóru Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini í Runavíkar kommunu, ein túr niðan til gamla bygdaskúlan, og við á ferðini var eisini Einar Toftegaard.

Endamálið við túrinum var at skoða skúlan, og sum myndirnar vísa, er skúlin ikki í góðum standi.

-So at siga allur norðurendin er rapaður, – kortini er suðurendin inntaktur og múrarnir eystur- og vestureftir somuleiðis. 500.000 krónur eru settar av í ár til endamálið at endurreisa skúlan, men nú skal ein meting gerast um hvat ið ber til og ikki.

-Einar hevur mált skúlan upp, og verður politiska niðurstøðan hon, at hann verður bøttur, skal tað eisini takast upp hvat ið hann kann brúkast til í nýggjum sniði, har treytaleys atlit kortini verða tikin til bygningin soleiðis, sum hann sá út í 1890 – fyri sløkum 123 árum síðan, sigur Runavíkar kommuna.

Les eisini...  ST mælir til at banna snildfonum í skúlum

Framvegis eru fleiri praktiskir spurningar ósvaraðir, millum annað um jørð og atkomu, men kommunan sigur, at meira verður at frætta um málið sum frálíður.

Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini, og Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vóru í gjár á vitjan í toftunum. Mynd: Runavíkar kommuna