Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi yvir reytt

Í gjár var løgreglan millum annað norðanfyri og kannaði ferðsluna har

Løgreglan heldur fram at gera ferðslátøk við skúlar, nú nýtt skúlaár er byrjað. Í gjár var løgreglan norðanfyri og kannaði ferðsluna har.

Við skúlan á Fossanesi varð ein bilur steðgaður, tí eitt barn var ikki í barnastóli, ið annars er krav, er barnið undir 135 sentimetrar. Tað fær bilførarin eina bót upp á 1.500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.

Í fleiri ár bóðu fólk í norðurøkinum um, at ferðsluljós vórðu sett upp báðumegin tunlarnar Norður um fjall, og á sumri í 2021 blivu ferðsluljós sett upp har, eftir tógvi stríð millum Hvannasunds kommunu og Landsverk, ið metti, at bilførarar fóru at taka ov nógvar kjansir, vórðu ferðsluljós sett upp. Og tað er líkt til, at fólk taka kjansin, tí í gjár fekk ein bilførari bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ígjøgnum Hvannasundstunnilin, hóast tað var reytt ljós. Bótin er 1.500 krónur.

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tveir bilførarar blivu tiknir í gjár, sum ikki høvdu rætt til at koyra. Í Sandoynni varð ein bilførari tikin, ið júst hevði mist koyrikortið, og í Suðuroy bleiv eisini ein bilførari tikin, sum ikki hevði koyrikort. Hetta hevði hann mist, men hevði ikki tikið tað aftur.

Í høvuðsstaðnum fingu tveir bilførarar bót fyri at brúka hondhildna fartelefon, meðan koyrt varð. Annar var tikin í Hoyvík og hin bleiv tikin í Havn.