Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Barcelona mugu selja, fyri at fáa Messi

Lionel Messi er komin í ónáði hjá franska felagnum PSG og sum skilst, fara partarnir at skiljast í summar.

Sáttmálin hjá Messi gongur út í summar, tí skal tann bóltsterki argentinarin finna eitt nýtt felag í summar.

Av tí Messi hevur eitt serligt tilknýtið til F.C Barcelona, er tað upplagt hjá honum at koma heim aftur.

Men tað er ikki fyri ein hvønn prís, tí tað merkir at spanska felagið má rudda upp í lønarlistanum, fyri at geva pláss til Lionel Messi. Avísin Mundo Deportivo skrivar, at her vil felagið selja Franck Kessié, Ferran Torres, Raphinha, Eric García og Marcos Alonso.

Eitt annað felag sum er upp á tal, er Inter Miami, sum hevur heimstað í MLS í USA. Manchester United ikoni David Beckham er forseti og parteigari av felagnum.

Tann spanska deildin hevur strangari lønarpolitikk enn aðrar stórar deildir í Evropa, so sum Premier League og Serie A. Sum tað sæst í tabellini niðanfyri, eru lønarloftinum sett soleiðis upp fyri La Liga:

Nr.Felagí Evrum (árliga)
1Real Madrid683.462.000
2Barcelona656.429.000
3Atlético Madrid341.040.000
4Sevilla199.855.000
5Villareal151.206.000
6Real Sociedad134.199.000
7Athletic Bilbao127.120.000
8Real Betis96.725.000
9Valencia75.835.000
10Espanyol72.737.000
11Getafe69.070.000
12Celta Vigo63.855.000
13Osasuna52.134.000
14Almería50.749.000
15Rayo Vallecano49.903.000
16Mallorca49.692.000
17Real Valladolid46.686.000
18Cádiz45.977.000
19Girona42.724.000
20Elche42.672.000
í alt3.052.069.000
Lønarlofti í La Liga fyri kappingarárið 2022/23 (kelda – heimasíðan as)

Lønarlofti verður ásett eftir hvat tann samlaða inntøkan er, tað vil siga sjónvarpsrættigheitir, reklamur og søla av billettum.

Kostnaðurin ið eru við roknistykkinum er keyp av leikarum, lønir og bonus til bæði leikarar og venjarar í øllum felagnum.

Les eisini...  Hesar skulu til NM í Svøríki

Sambært avísini as er Barcelona longu farið upp um markið við 200 mió evrum og tískil má seljast fyri at geva pláss til argentinska heimsmeistarnum.