Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Málverjin hjá Real Madrid hevur slitið krossbandið

Thibaut Courtois hevur slitið krossbandið og skal undir skurð.

Tann 31 ára gamli Thibaut Courtois hevur slitið krossbandið á vinstru síðu og fer mest sannlíkt verða úti ein stóran part av kappingarárinum.

Leygardagin fer kappingarárið hjá Real Madrid í gongd, tá ið teir leika ímóti Athletic Bilbao á útivølli. Men tað verður uttan belgiska málverjan Thibaut Coutois.

Eykamálverjin er 24 ára gamli Andriy Lunin úr Ukraina, sum bert hevur leikt 17 dystir fyri felagið.

Tann belgiski landsliðsmálverjin hevur síðani skifti úr Chelsea í 2018, leikt 230 dystir fyri tað spanska stórfelagið. Thibaut Courtois hevur vunnið La Liga tvær ferðir og Champions League í 2022, her bleiv hann eisini dagsins leikari í finaluni ímóti Liverpool.

David de Gea var millimetrar frá einum skifti til Real Madrid fyri átta árum síðani, men bleiv av ongum. Hann er uttan sáttmála, aftaná tólv ár í Manchester United. Los Blancos eru áhugaðir í at skriva sáttmála við tann spanska málverjan og eru byrjaðir uppá samráðingarnar, sambært talkSPORT.