Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vil hava ein arbeiðsbólk at gera tilmæli um ætlaða skannaran í Klaksvík

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil hava landsstýriskvinnuna í heilsumálum at svara fyrispurningi, hvørt ein arbeiðsbólkur verður settur at gera tilmæli um ætlaða skannaran í Klaksvíkar sjúkrahúsi

Vinnulívið, sum hevur ætlan at lata ein MR-skannara til Klaksvíkar sjúkrahús, hevur sett fram ynski um, at skannarin eisini kann brúkast til privata praksis, tá sjúkrahúsverkið ikki brúkar hann.

Men í síðstu viku segði landsstýriskvinnan í heilsumálum, Margit Stórá, í samrøðu við Kringvarpið, at einki privat læknavirksemi er í føroyska heilsuverkinum, og slíkt virksemi skal heldur ikki vera í heilsuverkinum. Tí fer heilsuverkið ikki at taka treytaleyst ímóti gávuni frá vinnulívinum í nærumhvørvinum, men skal heilsuverkið taka ímóti gávuni, so vil landsstýriskvinnan hava eitt tilmæli um tess.

Hetta hevur nú fingið Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum at seta landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, ein fyrispurning, hvørt hon ætlar sær at seta ein arbeiðsbólk, ið skal gera tilmæli um ætlaða skannaran til Klaksvíkar sjúkrahús.

– Sambært heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum, so eru fólk vælkomin at geva Landssjúkrahúsinum gávur. Tey kunnu flyta pengar á eitt uppgivið kontunummar, og gávur til Landssjúkrahúsið kunnu avgreiðast við deildarleiðara ella depilsleiðara. Á heimasíðuni stendur onki um gávur til Klaksvíkar sjúkrahús. Nú sýnist tað sum ein gáva til Klaksvíkar sjúkrahús er komin sera illa við hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, skrivar Elsebeth Mercedis millum annað í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Hon vísir á, at hendan støðan hjá sitandi landsstýri móti Klaksvíkar sjúkrahúsi fyllir rættiliga nógv hjá íbúgvunum norðanfyri.

– Teir mugu tí fáa greitt at vita, hvat landsstýrismaðurin í heilsumálum ætlar við Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað eru nógvir ósvaraðir spurningar.

Eisini vísir hon á, at tað er stórur tørvur á einum tílíkum skannara, ið kann gera stórt gagn hjá nógvum fólki.

Les eisini...  Hoyr sendingina um bókina ROSS OG FÓLK - Føroya Ríðingarfelag 1943-2023

– Vit mugu gera alt fyri at stytta bíðitíðina. Fólk doyggja hvønn dag av krabbameini, sigur hon.