Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heimloysi til politiska viðgerð

Spurningurin er, um kanska landið og kommunurnar kundu loyst trupulleikan við heimloysi í felag, heldur Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn

Seinastu vikurnar hevur nógv verið at hoyrt um heimleys í Føroyum, og eisini hava verið søgur frammi um heimleys, ið royna at finna sær skjól í hjøllum í Havn.

Málið um tey heimleysu verður nú tikið upp til politiska viðgerð, tí Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, vil nú hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, at greiða frá, hvat verður gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá teimum heimleysu.

Sólvit Nolsø vísir á, at tilboð eru til heimleys bæði í Havn og Klaksvík.

-Hóast hetta hoyrist, at trupulleikin við heimloysi er vaksandii, og tað eru fleiri, sum ikki hava eitt uppihald um náttina, men heldur reika ella sova úti. Fleiri yngri fólk leggjast aftrat teimum heimleysu, og tað er at stúra um, sigur Sólvit Nolsø og vísir á, at hjá einum landi, sum brúkar nógvar pengar upp á vælferðartænastur, ber illa til at verja støðuna, og tað átti at verið gjørligt at útvega eitt stað, har heimleys kundu sovið um næturnar.

Sólvit Nolsø ásannar, at talan er um eina uppgávu, ið landið eigur at loysa. Men hann heldur, at tað hevði verið vert at kannað, um samstarv millum kommunur og land kundi loyst trupulleikan.

-Sambært lóg eigur landið ábyrgdina, men hetta er ein støða, sum kommunurnar og serliga størru kommunurnar helst hava ein vilja at loysa. Tí er upplagt at spyrja, um nakað samskifti ella samstarv er millum aðalráðið og kommunur at finna eina loysn upp á trupulleikan, sigur Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn.