Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Reiley skal syngja fyrst

Seinna hálvfinalan í Eurovision verður í kvøld, og Rani Petersen verður fyrstur á pallinum at framføra

So er tað í kvøld, at Rani Petersen, ella Reiley, sum hansara kunstnaranavn er, skal á pallin í Liverpool, tá seinna hálvfinalan í Eurovision verður á skránni.

Tað eru 16 lond við í kvøld, men bara tíggju sleppa víðari til finaluna leygarkvøldið.

Veddingarfyritøkurnar trúgva ikki ordiliga upp á Reiley, og vænta at hann endar á einum 12. plássi í kvøld, men tey taka ikki hædd fyri, at tað í kvøld bert eru áhoyrarar, sum avgera hvørji lond koma víðari, og har kunnu allir TikTok-fylgjararnir hjá Reiley koma honum til hjálpar, so vit fáa føroyska luttøku til Eurovision-finaluna.

Serfrøðingar eru á einum máli um, at sangirnir í hesari hálvfinaluni standa ikki eins sterkir í myndini, eins og í fyrru hálvfinaluni týskvøldið, tá millum annað Svøríki, ið er ein av favorittunum, Noreg og Finnland komu víðari, og tí verður tað ein meira jøvn hálvfinala, ið verður á skránni í kvøld.

Seinna hálvfinalan í Eurovision byrjar klokkan 20 í kvøld, og Kringvarpið vísir hálvfinaluna.

Raðfylgjan í kvøld sær soleiðis út:

01. Danmark
02. Armenia
03. Rumenia
04. Estland
05. Belgia
06. Kýpros
07. Ísland
08. Grikkaland
09. Póland
10. Slovenia
11. Georgia
12. San Marino
13. Eysturríki
14. Albania
15. Litava
16. Avstralia