Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sambandsflokkurin vil hava fleiri tvískattaavtalur

Uppskot frá Sambandsflokkinum er í Løgtinginum til samtyktar um tvískattaavtalur, har heitt verður á Landsstýrið um at fara undir samráðingar um at fáa fleiri tvískattaavtalur gjørdar. Málið var til aðru viðgerð í dag, og er farið víðari til triðju viðgerð

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at heita á landsstýrið um at fara undir samráðingar um at fáa fleiri tvískattaavtalur gjørdar.

– Endamálið er at víðka um virkismøguleikarnar hjá føroysku vinnuni og føroyingum sum heild, skrivar flokkurin.

Heilt ítøkiliga hevur flokkurin eitt uppskot til samtyktar um, hvussu farast skal fram við tí fyri eyga at fara undir samráðingar um at fáa fleiri tvískattaavtalur fyri føroyska handilsflotan, shippingvinnuna o.a.

Í viðmerkingunum til uppskotið stendur at lesa, at Reiðarafelagið fyri Handilsskip hevur støðugt víst á, at tørvur er á fleiri tvískattaavtalum, og handilsflotin og shippingvinnan hava víst á, at føroysk reiðarí javnan ikki eru kappingarfør at bjóða uppá sáttmálar uttanlands orsakað av vantandi tvískattaavtalum.

Sum er hava Føroyar í dag einans átta tvískattaavtalur við onnur lond, og tað hevur ikki eydnast at økja um talið av hesum avtalum seinastu mongu árini. Harafturímóti hevur Danmark fleiri enn 70 tvískattaavtalur, vísir Sambandsflokkurin á.

Løgmansskrivstovan og Umhvørvis- og vinnumálaráðið samskipaðu arbeiðið í Vakstrarforum  frá 2021-2022, har endamálið við Vakstrarforum var at birta upp undir virðisøking í týdningarmiklum geirum, siðbundnum vinnum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum á burðardyggari grund.

Úr frágreiðingini frá Vakstrarforum “Vakstrarmøguleikar í maritimu veitaravinnunum” er enn eitt tilmæli komið um at arbeiða fyri, at Føroyar fáa tvískattaavtalur við allar viðkomandi marknaðir, vísir flokkurin á.

Málið var til aðru viðgerð í Løgtinginum í dag, har tað bleiv samtykt, og er nú farið víðari til triðju viðgerð.