Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Dramatikkur á RCDE leikvøllinum – Barcelona eru meistarir

Barcelona eru aftur spanskir meistarir, tá ið teir vunnu 4-2 í kvøld á Espanyol.

Hettar er fyrsta meistaraheitið í fýra ár hjá Catalaninum. Í hesi árini hava Real Madrid og Atletico Madrid vunni La Liga, ímeðan ein turkur hevur verið hjá Blaugrana.

Tilsamans hava F.C Barcelona nú vunnið 27 meistaraheitir. Kongaklubburin Real Madrid er enn ta størsta felagið í Spania við sínum 35 meistaraheitum.

Fýra umfør eru eftir og seinasti dystur er 4. juni.

Dystargongdin

Espanyol – FC Barcelona 2-4 (0-3)

11′ Robert Lewandowski 0-1

20′ Alejandro Balde 0-2

40′ Robert Lewandowski 0-3

53′ Jules Kounde 0-4

73′ Javi Puado 1-4

92′ Joselu 2-4

Aftaná dysturin var bríkslaður av, var nakað av rokið, tá ið áskoðarar komu inn á vøllin. Hettar gekk ikki stilt fyri seg, tí hesir Espanyol áskoðarir fóru inn á vøllin fyri at leypa á Barcelona leikarar.

Løgreglan og vaktir máttu uppí leikin, leikarnir máttu skunda sær inn í skiftingarrúmið.

Tíbetur spældi alt væl av.