Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Frá Filmsfelagnum: Æviga dótturin

Mikudagin sýnir Filmsfelagið “The Eternal Daughter”, sum í fjør vann fyrstu firðisløn sum besti independent film hjá National Board of Review í USA

Bretski leikstjórin, Joanna Hogg (f.1960), hevur bæði skrivað og leikstjórnað filmin um Juliu (Tilda Swinton) og dóttrina, sum undir heitinum “The Eternal Daugther” møtast í gamla barnaheiminum.

Í ræðufilmslíknandi søguni møtast miðaldrandi dótturin, ið nú er listakvinna, og aldrandi mamman á gamla góðsinum, sum fyrr var merkt av vælstandi, men nú er eitt meir enn hálvtómt gistingarhús, við tyngjandi spøkilsissøgum.

Um enn treyðugt, loysa tær báðar lokið av niðurgrivnum søgum, sum higartil hava verið tagdar burtur.

Mamman hevur føðingardag og løgin ljóð hoyrast innan- og uttanveggja á hotellinum, sum sigst vera fulsett, men tær báðar síggja ongan gest.

FILMSFELAGIÐ: 17/5 klokkan 20: The Eternal Daughter (Joanna Hogg UK 2022 96 min)