Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ársins filmur í Filmsfelagnum mikudagin

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja stórfilmin hjá Martin Scorsese ”Killers of the Flower Moon”

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja stórfilmin hjá Martin Scorsese ”Killers of the Flower Moon”.

Nógv umrøddi western filmurin hjá amerikanska meistaranum Scorsese (f.1942), fer fram í 1920’unum, tá vit hoyra um indiánarabólkin Osage, har fleiri ættarfólk verða myrd á gátuføran hátt.

FBI fer at kanna hendingarnar, sum fara fram í oljulendi í Oklahoma, har eisini hin 29 ára gamli J. Edgar Hoover er við í kanningararbeiðnum.

Samnevnda søgan, sum David Grann skrivaði, og filmurin byggir á, kom út í 2017. Millum leikararnar eru so kend nøvn sum Leonardo DiCaprio og Robert De Niro.

Robbie Robertson frá The Band skrivaði tónleikin beint fyri hann doyði.

Yndisummælarin hjá Filmsfelagnum, Peter Bradshaw sigur í The Guardian, at filmurin er: “an epic of creeping, existential horror about the birth of the American century, a macabre tale of quasi-genocidal serial killings”.

25/10 kl 20:00 Killers of the Flower Moon (Martin Scorsese USA 2023 206 min)