Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Lógaruppskotið um tøkugjald í alivinnuni til triðju viðgerð í dag

Landsstýrið er samt um, at tíðin er búgvin til at tillaga lógina um loyvisgjald á alivinnuni – við broytingum í tøkugjaldinum, sum í dag hevur triðju viðgerð í Løgtinginum. – Um tøkugjaldið hækkar nógv, er vandi fyri at grundarlagið verður tikið undan kappingarføri og møguleikum fyri framhaldandi vøkstri, sigur Havbúnaðarfelagið í hoyringsskrivi

Lógaruppskotið um tøkugjald í alivinnuni er til triðju viðgerð í Løgtinginum í dag.

Landsstýrið metir tað verða rímiligt, at alivinnan rindar fyri tann framíhjárætt, sum feløgini hava til at gagnnýta føroysku alifirðirnar. Landsstýrið metir harumframt, at alifyritøkurnar eiga at gjalda lutfalsliga  meira, tá laksaprísirnir eru høgir. Tískil er neyðugt at tillaga lógina um loyvisgjald á alivinnuna, sigur landsstýrið.

Við Eysturoyarportalin í gjár segði Regin Jacobsen í stuttari viðmerking, “at hetta fer at hava stórar avleiðingar – bæði á íløgur og góðskingina. Íløgurnar mugu minkast og víðarivirkingin kann ikki halda fram sum nú”.

Í hoyringsskrivi til uppskotið sigur Havbúnaðarfelagið, sum er vinnufelagið fyri alarar í Føroyum, at hækkar tøkugjaldið ov nógv, so er vandi fyri, at grundarlagið verður tikið undan kappingarføri og møguleikum fyri framhaldandi vøkstri.

Eisini heldur Havbúnaðarfelagið, at tíðarætlanin fyri hesum lógaruppskotinum er ov pressað, og gildiskoman eigur tí heldur at verða útsett til 1. januar komandi ár – heldur enn at broytingin skal koma í gildi tann 1. august, soleiðis sum uppskotið leggur upp til.

Loyvisgjaldið
Havbúnaðarfelagið vísir eisini á, at einki loyvisgjald eigur at verða goldið, tá undirskot er av framleiðsluni (áðrenn skatt og tøkugjald). Tí heldur Havbúnaðarfelagið, at loyvisgjald eigur at vera null prosent, tá altjóða marknaðarprísurin er undir framleiðslukostnaðinum. Havbúnaðarfelagið heldur hartil, at alivinnan skal hava møguleika at hava eitt ávíst yvirskot, áðrenn feløgini í vinnugreinini skuldu gjalda fleiri prosent í tøkugjaldi. Tí hevur Havbúnaðarfelagið mælt til, at loyvisgjaldið upp á 2,5 prosent upp til framleiðslukostnað + fimm krónur, verður broytt til 0,5 prosent, so ov nógv ikki verður tikið frá vinnuni, um prísurin á laksi fellur.

Les eisini...  Meira smolt – færri góðskaðar vørur

Landsstýrið vísir hinvegin á í uppskotinum, at framleiðslukostnaðurin í alivinnuni er hækkaður munandi seinnu árini. Tí uppstanda støður, har alifyritøkur rinda meira enn 0,5 prosent í loyvisgjaldi, hóast laksaprísurin á heimsmarknaðinum er lægri  enn  framleiðslukostnaðurin. Samstundis rinda alifyritøkurnar í minna lagi, tá ið laksaprísurin á  heimsmarknaðinum er serliga høgur. Tí metir landsstýrið, at hesi viðurskifti tala fyri, at lógin verður dagførd.

Hóast talan kann verða um eina munandi hækking av gjaldinum, so metir landsstýrið kortini, at betri parturin av tilfeingisvirðinum  framhaldandi verður hjá alifyritøkunum. Landsstýrið metir, at hóast gjaldið hækkar, so megnar vinnan framvegis at gera íløgur, sum eru neyðugar fyri at tryggja áhaldandi vøkstur.

Ætlaða broytingin skal koma í gildi tann 1.august í ár.