Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

AZ – West Ham: hooligans løgdu á familjusektiónina

Dysturin millum AZ Alkmaar og West Ham í gjár endaði í roki, tá svartklæddir AZ-fjepparar lupu á áskoðarasektiónina, har vinir og kenningar hjá West Ham sótu

Seinna hálvfinalan í Europa Conference League í gjár millum West Ham og hollendska AZ Alkmaar endaði í ruðuleika, tá hooligans frá AZ Alkmaar lupu á áskoðarasektiónina, har vinir og kenningar hjá West Ham leikarum sótu.

Upptøkur frá stadion vísa, at AZ viðhaldsfólk tóku seg inn á økið hjá West Ham viðhaldsfólkunum, og at hetta endaði viðharðskapi millum partarnar.

Av tí at talan var um ta sektiónina, har kenningar hjá West Ham liðnum sótu, vóru fleiri West Ham leikarar, ið løgdu seg uppí og royndu at steðga samanbrestinum. Millum annað sat 87-ára gamli pápin hjá West Ham venjaranum, David Moyes, millum áskoðararnar har.

-Tað, sum vit óttast, haldi eg, er at West Ham familjulimir og vinir eru í hasari sektiónini. Hetta er sera, sera óbehagiligt at síggja, segði Alistair Bruce-Ball, viðmerkjari, sambært BBC.

Sambært Bruce-Bell vóru AZ viðhaldsfólkini klødd í svørtum og vóru í hettu.

David Moyes vildi sambært BBC vera við, at fleiri av leikarum hansara vóru í øðini, tí familja teirra sat á áskoðaraplássunum, og hóast trygdarfólkini á vøllinum royndu at fáa leikararnar av vøllinum, gjørdist hetta torført tí fleiri teirra vildu yvir á áskoðaraplássini at tryggja sær, at teirra nærmastu komu óskalað frá hendingini.

Les eisini...  Hoyr málhetjuna, Árna, Odmar, Jákup B, Shaki, málverjan, høvuðsvenjaran og formannin hjá KÍ seta orð á fantastiska sigurin á Molde á Tórsvølli

Fyrri dysturin millum West Ham og AZ, sum var í farnu viku, var heldur ikki uttan trupulleikar, tí tá vóru tað familjulimir hjá AZ leikarum, ið vóru í onkrum samanbresti við West Ham fjepparar.