Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nadal verður ikki við til French Open

Kongurin á grúsi, Rafa Nadal, verður ikki til reiðar til French Open í ár, og ivaleyst verðu 2024 hansara seinasta ár sum yrkisleikari

Fyri fyrstu ferð síðan 2004 verður Rafael Nadal ikki at síggja á leikaralistanum, tá French Open fer av bakkastokki um hálvaaðru viku.

36-ára gamli Nadal, sum ikki hevur sín javnlíka á grúsinum í París, hevur vunnið French Open ikki færri enn 14 ferðir.
Nadal hevur ikki verið at sæð á einum tennisvølli, síðan hann luttók á Australian Open í januar mánaði í ár, har hann eisini fekk ein skaða í mjadnarnar.

Tað hevur gingið striltið hjá Nadal at sleppa av við skaðan, og fleiri ferðir hevur hann verið noyddur at útseta sítt “comeback”, fyrst til Monte Carlo, síðani Madrid og Rom, og nú hevur hann ásannað, at hann ikki verður til reiðar til French Open.

Tað er samstundis greitt, at Nadal ikki fer at vinna sítt 23. Grand Slam meistaraheiti á hesum sinni, og ivasamt er, um tað yvirhøvur verur í ár, at hann verður at síggja til eina Grand Slam kapping aftur, tí Nadal vil heldur arbeiða fram móti at vera dystarklárur til sesongina næsta ár.

Á tíðindafundi í gjár gjørdi Nadal eisini greitt, at 2024 ivaleyst verður hansara seinasta ár sum yrkistennisspælari. Nógv hava hildið  – teirra millum fyrrverandi venjari og pápabeiggi hansara, Toni Nadal – at Rafa Nadal fór at gevast eftir French Open í ár. 

Nógv bendir á, at Nadal hevur útskotið at fara á pensjón orsakað av skaðanum, tí á tíðindafundinum gjørdi hann eisini greitt, at hann helt seg hava uppiborið betri enn at gevast á yrkisleiðini á einum tíðindafundi heldur enn á tennisvøllinum.

Avlýsingin hjá Nadal merkir samstundis eisini, at møguleiki er hjá ørðum leikarum at liggja framvið. Síðan Nadal vann sítt fyrsta meistaraheiti í French Open í 2005, hava bert tríggir aðrir leikarar vunnið kappingina: Roger Federer í 2009, Stan Wawrinka í 2015, og Novak Djokovic í 2016 og 2021.

Les eisini...  Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hóttir við arbeiðssteðgi

Dominic Thiem, hvørs karriera og úrslit hava verið nógv merkt av skaðum seinastu tvey árini, fær plássið hjá Nadal í kappingini. Thiem hevur tvær ferðir áður verið í finaluni, í 2018 og 2019, har hann tapti móti Nadal.