Landsstýrið fer nú at fyrireika seg til at selja partabrøvini, sum landið eigur í Smyril Line, og løgmansskrivstovan hevur í hesum sambandi sett tænastuna í útboð á keypsportalinum hjá landinum.
Útboðið fevnir um ráðgeving og fyriskipan av møguligari sølu av ognarlutinum hjá landinum á nøktandi fakligum og búskaparligum grundarlagi. Uppgávan inniber eitt nú, at bjóðarar gera virðismeting, sølutilfar, skipa útboðið og fyrireika møguliga søluavtalu.
Landið eigur 16,2 prosent av partapeninginum í Smyril Line, sum bæði rekur ferðafólka- og farmaflutning.